Nakað eftir midnátt í gjárkvøldið ringdu fólk til løgregluna at boða frá at ein bilur koyrdi rund í miðbýnum í Havn, men tey hildu, at koyringarlagið var so merkiligt, at tey høvdu illgruna um, at bilførarin hevði kenning.
Løgreglan sigur, at tey fóru at leita og tey funnu eisini bilin og fingu steðgað honum. Men tá hevði bilførarin rent á tríggjar bilar, sum stóðu parkeraðir fram við vegnum.
Løgreglan sigur, at allir bilarnir fingu nakað av skaða, og í morgun hava tey verið í sambandi við eigararnar og hava greitt teimum frá støðuni.
Eisini løgreglan fekk ein sterkan illgruna um, at bilførarin hevði kenning, og nú er hann skuldsettur fyri at koyra við kenning. Samstundis er blóðroynd eisini tikin av honum fyri at staðfesta akkurát, hvussu støðan var.
Í nátt hevur løgreglan eisini skuldsett tveir aðrar bilførarar fyri at koyra við kenning, ein í Klaksvík og ein í Havn, so bara í nátt eru tríggir bilførarar tiknir við illgruna um at teir koyrdu ávirkaðir.