Hann koyrdi ímóti ferðslurætninginum, koyrdi uppi á gongubreyt og uppførdi seg fullkomiliga fyrilitarleyst.
– Talan er um ein persón, sum vit kenna. Vit hava roynt at fingið fatur á honum, men tað er ikki eydnast í nátt, tí tað kom ymiskt annað í vegin. Men hann fer at frætta frá okkum, sigur vakthavandi á politistøðini.
Um hálvgumtvey tíðina í nátt fekk løgreglan eisini boð frá einum hýruvognsførara um, at dyrnar í einum matvøruhandli stóðu opnar á víðan vegg.
Boð vórðu send eftir einum ábyrgdarpersóni í handlinum, sum kom á staðið. Eftir øllum at døma hevur eingin verið inni í handlinum, men heldur er talan um onkran feil við elektronikkinum, sum steingir dyrnar.
Í øðrum føri eru boð eftir løgregluni til eitt skeinkistað. Onkur av gestunum hevur illgruna um, at tey skeinkja fyri fólki undir 18 ár.
– Og tað er sjálvandi ikki í lagi, sigur vakthavandi, sum greiðir frá, at løgreglan fór á staðið at kanna málið, men kann ikki staðfesta, at nakað ólógligt er farið fram.