Ein bilførari bleiv í gjárkvøldið steðgaður á Hvítanesvegnum í Havn, tá ein løgreglubilur varnaðist at bilurin hvørki hevði nummarplátu framman ella aftan.
Tá løgreglan so fekk steðgað bilinum og tosað við bilføraran varnaðust teir eisini, at bilførarin hevði drukkið.
Hann bleiv tí førdur á Landssjúkrahúsið at taka eina blóðroynd, meðan bilurin bleiv standandi á Hvítanesvegnum, har hann stendur enn.
- Vit mugu fáa flutt bilin í dag, tí hann stendur eitt sindur til ampa fyri ferðsluna inn í Havnina. Gott hevði verið at fingið hann burtur áðrenn vikuskiftið kemur, sigur vakthavandi.
Sum skilst hevur bilførarin nýliga keypt bilin, men helt, at hann kundi fara ein túr við bilinum. Hann hevur koyrt úr Eysturoynni til Havnar.
- Trupulleikin er, at uttan nummarplátur hevur tú onga trygging á bilinum. Tað merkir so, at um eitt óhapp hendir, so heftir bilførarin persónliga fyri øllum skaða, bæði materiellum og persónskaða. Tað kann gerast sera dýrt fyri viðkomandi, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. Sektin fyri at koyra uttan skelti er bót, men um blóðroyndin vísir, at promillan hevur verið ov høg, missir hann væntandi koyrikortið eisini.