Koyrd til hús

Á middegi í gjár frættist, at álitisfólkini á Toll- og Skatt sleppa ikki aftur til arbeiðis. Leiðslan metir, at tey hava brotið sáttmálan og Lønardeildin í Fíggjarmálastýrinum tekur undir við hesum. Starvsmannafelagið góðtekur hetta ikki

Á middegi í gjár kom fram, at leiðslan á Toll- og Skatt hevði avgjørt at koyra álitisfólkini til hús. Lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum stuðlar avgerðini hjá leiðsluni.


Hava ikki brotið sáttmálan

Áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár segði Gunnleivur Dalsgarð, at, hann hevði ikki stórvegis viðmerkingar til tíðindini.

Hann staðfesti, at felagið og hevur ikki brotið nakran sáttmála.

- Vit hava eisini biðið um eina útgreining av, hvar sáttmálin verður brotin, sigur Gunnleivur dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum.

- Tað stendur upp til tey at koma og tosa, sigur Gunnleivur.

Hann er tó avgjørdur og sigur, at felagið góðtekur hetta ikki.

Hann er tó ikki skakkur av avgerðini hja´leiðsluni á Toll- og Skatt, t?í hetta er ikki annað, ennn leiðslan hevur boðað frá alla tíðina.

Hann legði tó dent á í gjár, at hann hevði ikki sæð nakað tilfar viðvíkjandi t, at fólkini eru koyrd til hús.

Hann hevði tó eisini hoyrt tíðindini um, at fundur bleiv seinnapartin í gjár, men kendi annars einki til málið.