Tað er eingin loyna, at Føroya fólk kennir seg eitt sindur ørkymlað av øllum teimum ymisku útsagnunum frá føroysku politkkarunum viðvíkjandi fullveldismálinum í løtuni.
Millum annað hava ábendingar verið frammi í fjølmiðlunum um, at Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin ikki eru heilt samdir í fullveldismálinum. Mong hava fingið ta fatan, at tað tykist, sum Tjóðveldisflokkurin vil hava loysingina avgreidda sum skjótast og síðani ordna politikkin aftaná, meðan Fólkaflokkurin hevur verið eitt sindur meira jarðbundin, og tískil roynt at hildið Tjóðveldisflokkinum aftur.
Leypa ikki framav
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, skilir væl, at fólk kenna seg ørkymlað, men vísir samstundis á, at hvørki Tjóðveldisflokkurin ella samgongan sum heild royna at skunda loysingina ígjøgnum.
? Fólk skulu vita, at Landsstýrið ikki ætlar at kroysta eina avgerð oman yvir høvdið á føroyingum. Vit ætla okkum at fáa eina so breiða semju í Løgtinginum og harvið eisini millum føroya fólk, sum møguligt, áðrenn avgerðir verða tiknar um ríkisrættarligu støðu Føroya, sigur Høgni Hoydal og vissar um, at eingin hamari hongur yvir høvdinum á føroyingum.
Høgni Hoydal sigur eisini, at endamálið við fullveldisætlanini aldri hevur verið at loysa her og nú. Ætlanin er at fáa eina avtalu í lag við donsku stjórnina, ið inniber, at Føroyar og Danmark kunnu samstarva sum tvey lond á jøvnum føti. Men hann vísir samstundis á, at fyri at hetta skal bera til, krevst, at Løgtingið fær fullar heimildir.
Loysn í ár
Hóast Høgni Hoydal tekur til eftirtektar, at fólk meta fullveldisætlanina koyra ov skjótt, heldur hann fast við, at farast skal til Danmarkar at samráðast við donsku stjórnina um ríkisrættarligu støðu Føroya í ár. Eftir hansara tykki, ber væl til at fáa eina semju í Løgtinginum og somuleiðis í Uttanlandsnevndini um eitt samráðingarupplegg til donsku stjórnina, og somuleiðis trýr hann uppá, at samráðingarnar verða lidnar áðrenn árið er úti.
Spurdur, um ikki júst hetta merkir, at tað verður koyrt ov skjótt í fullveldismálinum, svarar Høgni Hoydal, at samgongan, um hon vildi, saktanst av sínum eintingum kundi verið farin til Danmarkar at samráðast beinan vegin hon var skipað, men av tí, at talan er um eitt so mikið álvarsligt mál, valdi samgongan sjálvsagt, at málið skuldi viðgerast í tinginum, har breið semja skuldi fáast. Tískil metir hann ikki, at tað verður koyrt ov skjótt í fullveldismálinum.
Vælferðin ikki upp á spæl
Mangan hava andstøðuflokkarnir ført fram, at samgongan og kanska serliga Tjóðveldisflokkurin ynskja at seta vælferðina upp á spæl fyri at fáa fullveldi.
Hesum vísir Høgi Hoydal aftur og sigur endamálið hjá samgonguni vera at fáa ein samveldissáttmála, ið tryggjar, at Føroyar hava ábyrgd av sær sjálvum, men samstundis er ætlanin at varveita tætta samstarvið við Danmark. Landsstýrismaðurin í sjálvsstýrismálum staðfestir sostætt, at talan er um at skipa nýtt samstarv við Danmark á jøvnum føti, og talan er als ikki um at kvetta.
Spurdur, um hann ikki fyrr hevur ført fram, at aðalendamálið hjá samgonguni er at fara til Danmarkar at fáa eina avtalu um loysing og síðani eina avtalu um skiftistíð og annað, vísir Høgni Hoydal hesum blankt aftur. Hann vísir til samgonguskjalið og til løgtingssamtyktina, ið siga endamálið vera at fáa nýggja avtalu við Danmark um ríkisrættarligu støðu Føroya.
Í sama viðfangi leggur Høgni Hoydal afturat, at tað væl kann hugsast, at avtalan, fingin verður í lag við Danmark, kemur at innibera eina skiftistíð, ið endar við fullveldi um heilt upp til 10 ár. Men hann vísir staðiliga á, at tað kemur at vera Føroya fólk, ið tekur støðu til avtaluna á einari fólkaatkvøðu. Og hvussu stórur meiriluti krevst á hesari fólkaatkvøðu, er nakað, ið Løgtingið avger. Men Høgni Hoydal dylur tó ikki fyri, at hann sjálvur heldur tað vera nóg mikið við einum vanligum meiriluta.
Meira kunning
Høgni Hoydal heldur, at nógvu misskiljingarnar um fullveldisætlanina kanska benda á, at Landsstýrið hevur kunnað fólk ov lítið, og tí heldur hann tað vera neyðugt at gera meira burturúr kunningini, so Landsstýrið ikki verður skuldsett fyri annað, enn tað í veruleikanum vil.
Høgni Hoydal endar við somu orðum, sum samgongufelagi hansara, Annfinn Kalsberg, løgmaður, so mangan hevur gjørt.
? Eg trúgvi uppá, at vit kunnu fáa eina breiða semju í Løgtinginum um fullveldisætlanina?