Altjóða hondbóltssamgongan vrakaði sum kunnugt allar ítróttarhallirnar í Føroyum, so tá a-landsliðið hjá monnum í hondbólti í oktobur skal spæla heimadyst móti Danmark, mátti hesin spæla aðrastaðni enn í Føroyum.
Loysnin hjá Hondbóltssambandi Føroya er at spæla dystirnar í Skjern Arena í Skjern í Jyllandi.
Ein av fyrimununum av at spæla heimadyst er jú stuðul frá heimaáskoðarunum, men tað verður sjálvandi ein avbjóðing, nú heimadysturin verður spældur í heimlandinum hjá útiliðnum. Tí verður nú av øllum alvi roynt at fáa so nógvar føroyingar sum møguligt at fara til dyst.
Í Føroyum eru ferðaskrivstovurnar longu byrjaðar at selja pakkaferðir til dystin, men nú verður eisini roynt at fáa nakrar av teimum mongu føroyingunum, sum búgva niðri, at taka túrin til dystin í Skjern.
Tì verður nú skipað fyri busstúri úr Keypmannahavn til Skjern í samband við dystin. Fyriskipararnir siga, at Hondbóltssambandi hevur lovað teimum minst 80 atgongumerki, og tí verður í fyrsta umfari roynt at fylla ein buss til túrin. Um áhugin skuldi verið størri, er kortini møguligt at fáa fleiri atgongumerki frá HSF, siga teir.
Eisini verður roynt at gera eitt sindur burturúr sjálvum túrinum, tí í bussinum verður borðreitt við breyðbita við føroyskum viðskera, turrum fiski, tvøst og spiki.
Meiri um túrin fæst at vita á hesari Facebook-síðuni Busstúrur til Kph til landsdystin Føroyar-Danmark.