Í sambandið við framtakið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd um at koyra sámiliga, hevur eisini ferðslupolitiið verið úti um seg.
Vit gera altíð so nógv, sum vit hava orku til, men í sambandi við átakið hjá Ferðslutrygd hava vit serliga lagt okkum eftir at kanna ferðina hjá bilunum, sigur Jan Fossaberg, leiðari fyri ferðslupolitinum í Føroyum.
Og tað er ikki sørt, at tað eru nógvir bilførarar, sum koyra ov skjótt.
Eg havi ikki tølini beint við hondina, men tað er ein øgilig rúgva, sum koyrir ov skjótt. Tað snýr seg bæði um bilførarar, sum missa kortið á staðnum, bilførarar, sum missa koyrikortið treytað og førarar, sum fáa klipp í kortið, sigur Jan Fossaberg.