Tað eru liðin 27 ár síðani, at tríggjar fittar smágentur sungu inn jólasangin »koyr okkurt í mína hosu« saman við Elisi.
Rannvá Vesturklett skrivar á Facebook, at tær síggja ikki ein dag eldri út tann dag í dag, og nakað kann vera um tað.
Elis Poulsen, sum hevur ríkað manga sál – ikki bara barnasál – við jólasangum og ikki minst sum jólamaður hevur eisini eina viðmerking til myndina, sum er tikin eftir at tær aftur hava sungið sangin saman við tónleikabólkinum Konfekt.
– Hesar damurnar hava sungið sum einglar heila sítt lív. Og gera tað enn!! Tríggjar yndisligar damur, sigur jólamaðurin sjálvur.