Ljóti boðskapurin kann nemliga samanberast við karakturtekningarnar av profektinum Muhammed í Jyllandspostinum, sum leyp øði í muslimska heimin.
Nógv hevur seinastu tíðina verið tosað um, hví føroyskar kvinnur ikki flyta heim aftur aftan á lokna útbúgving. Bæði úttalisli í sendingini hjá útvarpinum 62 norður og skemtitekningin hjá Óla P eru nemliga klokku klár dømir um, at tað enn í 2007 bert verður fokuserað upp á kynið, tá føroyskar kvinnur stinga nøsina fram. Hetta sjálvt tá tær í verki hava prógvað, at tær klára seg í føroyska vinnulívinum og eisini hava megnað, at tikið fleiri hægri útbúgvingar við smáum børnum.
Mær vitandi var Karstin Hansen ikki teknaður nakin ella skorin fyltur at vera tá hann skifti frá Tjóðveldisflokkinum og yvir í Miðflokkin. Nei, tá varð politikkurin settur í háðsæti, og fokus varð í hvussu so er ikki sett á hansara nakna kropp.
Eg geri, sum Anni og gevi bæði útvarpinum og Sosialinum reyða kortið fyri framferðarháttin í hesum máli. Samstundis skal eg minna á, at tað eru kvinnum sum Kitty May tað føroyska samfelagið hevur brúk fyri, um vit skulu flyta mørk.
So góða eydnu og koyr á Kitty May.










