Kovin færri rogn hóast prísurin er nógv øktur

- Í fjør vár hoyrdu vit so nógv fyri, at prísirnir á rognum skuldu vera ov lágir, og at hetta var ein orsøkin til, at fiskimenn ikki tímdu so væl at taka rogn. Vit vistu, at hetta var ikki rætt. Kortini gjørdu vit av at hækka prísin á upsarognum úr 8 krónum upp í 12 krónur fyri kilo. Hóast hetta hava vit fingið munandi færri rogn í ár enn í fjør, sigur Albert Ari Thomasen, stjóri á Kovanum í Sandavági

Rogn

Várið er rognatíð, og samstundis er hetta tíðin, tá ið niðursjóvingarvirkið Kovin í Sandavági keypir rogn niðurfyri til árligu framleiðsluna.
Kovin er ein stórur keypari av upsa-og toskarognum, men tað eru eisini aðrir, sum keypa rogn til útflutnings.

Góður prísur
Á heimasíðuni hjá Føroya Reiðarafelag verður víst á, at rognatíðin er frá umleið hálvum januar og út í apríl mánaða.
- Frá skipum frætta vit, at prísurin á rognum er góður. Hetta kemst av, at eftirspurningurin á heimsmarknaðinum eftir rognum er stórur, eins og føroyskir keyparar kappast um rognini.
Á heimasíðuni verður lagt aftrat, at Kovin í Sandavági er størsti keyparin av upsarognum í Føroyum.
- Prísurin fyri upsarogn frá trolarum er komin heilt uppí 12 krónur fyri kilo, og prísurin á toskarognum, sum útróðrarbátar og línuskip koma við, liggur millum 15 og 20 krónur fyri kilo á Fiskamarknaði Føroya, veit heimasíðan hjá Føroya Reiðarafelag at siga.

Færri rogn
Albert Ari Thomasen, stjóri á niðursjóðingarvirkinum Kovanum í Sandavági, dylur ikki fyri, at tað er virkið hjá teimum, sum hevur trýst prísin á upsarognum upp.
- Í fjør vár hoyrdu vit so nógv fyri, at prísirnir á rognum skuldu vera ov lágir, og at hetta var ein orsøkin til, at fiskimenn ikki tímdu so væl at taka rogn. Vit vistu, at hetta var ikki rætt, tí okkara prísir hava ligið væl í mun til rognaprísir í londunum rundan um okkum. Kortini gjørdu vit av at hækka prísin á upsarognum úr 8 krónum upp í 12 krónur fyri kilo.
Ari vísir á, at hetta kortini ikki hevur gjørt, at menn tíma betur at taka rogn.
Tvørturímóti.
- Higartil í ár hava vit keypt einans 10 tons av upsarognum, men longu 25. januar í fjør høvdu vit keypt 80 tons. Tað merkir, at økti prísurin hevur ikki gjørt, at skip og bátar eru komin til lands við fleiri rognum enn áður.
Hann sigur, at tá ið Kovin setti prísin upp í 12 krónur fyri kilo, fingu aðrir keyparar ov fá rogn – og noyddust tískil at geva meira, um Kovin ikki skuldi fara avstað við øllum.
- Og so koyrir "prískarusellin", leggur Ari Thomasen aftrat.

Rogn í havið
Kovin keypir rognini beinleiðis frá bátum og skipum og um uppboðssøluna.
- Vit skulu helst hava eini 230 tons av rognum, men eg noyðist at siga, at tað gongur ófatiliga illa at fáa fatur á hesi nøgd.
Hann sigur, at Kovin miðjar eftir, at eini 60% av hesi nøgd er upsarogn og hini 40% toskarogn, men nú upsin er liðugur at gýta um ein mánaða ella so, sær ikki so gott út við nøgdini av upsarognum.
- Ein orsøk til, at vit fáa so smáar nøgdir av upsarognum er, at allir partrolararnir nú hava kryvjimaskinu, og tey rognini skoyta vit ikki um, tí tey kunnu ikki brúkast.
Høvuðsparturin av upsarognunum, sum Kovin keypir, koma tískil frá snellubátum og útróðrarbátum.
Ari sigur, at so at siga allur toskurin, sum kemur upp á land í Føroyum, fer um uppboðssølu, og soleiðis er eisini við toskarognunum.
- Tað sær svart út við teimum 230 tonsunum í ár, men vit seta okkara álit á norðhavsróðurin. Tó er mangt, sum bendir á, at vit ikki fara at røkka hesi nøgdini, og tað er harmiligt.
Hann vísir á, at tað er torført at gera avtalur við útróðrarbátarnar, sum fiska á Norðhavinum um várarnar, tí hesir eru so nógvir í tali og nøgdirnar, teir hava av rognum hvønn túrin, eru so smáar.

Eg skilji væl...
Ari Thomasen, stjóri á Kovanum, sigur, at hann kortini skilir trolmenninar væl, sum nú hava fingið kryvjimaskinur umborð.
- Fleiri av hesum monnum hava eina góða inntøku, og onkur liggur kanska rundan um tær 600.000 krónurnar um árið. Eg trúgvi ikki, at eg sjálvur hevði tímað at staðið og kruvt við hond og møguliga brotið vakt fyri einar 20.000 krónur aftrat um árið.
Men rogn er eisini peningur. Tað skerst ikki burtur.
- Í øðrum førum haldi eg, at menn tíma ov illa at taka rogn, tí har fiskurin kortini verður kruvdur við hond, er tað meira ein spurningur um, hvar innvølin fer - í havið ella í ein kassa.
Ari vísir á, at tekur manningin 5 tons av upsarognum ein vanligan ísfiskartúr, er talan um 60.000 krónur, sum annars fara í havið, og tað heldur hann vera skilaleyst og stóra skomm fyri okkum sum fiskivinnusamfelag.

Nakrir møguleikar
’- Eg haldi, at tað eru nakrir møguleikar at gera hetta øðrvísi og betur. Ein er, at vit fáa eina betri tekniska loysn, so rognini ikki farast undir kryvjing. Annar er, at vit gera sum íslendingar og føra fiskin ókruvdan til lands – ella í triðja lagi, at reiðarar sleppa at seta einar tveir útlendingar umborð á skipini at kryvja fiskin, so rognini kunnu koma til høldar, sigur stjórin á niðursjóðingarvirkinum í Sandavági.
Á Kovanum arbeiða í løtuni eini 12 fólk.