Kostnaðarætlan í skúlabygging heldur

Sambært ætlanini skal nýggi parturin av skúlanum í Fuglafirði takast í brúk beint eftir summarfrítíðina í 2020.

 

Tað hendir nógv í Fuglafjarðar kommunu.

Samstundis, sum byggingin av nýggjum ítróttarhúsi júst er farin í gongd, og arbeitt verður við útstykkingum bæði á Kambsdali og við Bøveg í Fuglafirði, er mest sum alt betongarbeiðið í stóru skúlaverkætlanini eisini liðugt.

Heildarverk, sum hava gjørt jørð-og lendisarbeiðið og tað allar mesta av betongarbeiðnum, eru nú farnir í holt við at byggja nýggja ítróttarhúsið í Fløtugerði.

Tað er byggifyritøkan MT Højgaard, sum hevur fingið timbur-og snikkaraarbeiðið í skúlanum í Fuglafirði, Victor á Lakjuni fer at taka sær av HVS-arbeiðnum, og tað verður el-fyritøkan Elcon, sum fer at gera ðel-arbeiðið.

Arbeiðini, sum nú skulu gerast, vórðu boðin út í trimum fakenterprisum, sum tað verður rópt.

- Vit eru sera væl nøgd við tað arbeiðið, sum Heildarverk hava gjørt. Teir byrjaðu at stoypa í januar mánaði í fjør, og hetta arbeiðið hevur eftir okkara tykki gingið bæði skjótt og væl.

Sonni á Horni vísir á, at meðan Heildarverk hava gjørt betongarbeiðið, hevur verið arbeitt við útboðnum av restini, og í Fuglafjarðar kommunu halda tey, at hetta hevur riggað óføra væl.

- Kostnaðarmetingin var frá byrjan 101 miljónir krónur fyri skúlan, men vit hava so valt at gera nøkur ting aftrat. Nýggja fýrrúmið við nýggjum ketli og leiðingum var ikki við í upprunaligu ætlanini.

Haraftrat hava tey í Fuglafjarðar kommunu valt at skifta takið í verandi skúla, eins og svimjihøllin fær ventilatión. Hóast hesi arbeiði eru komin aftrat, er kostnaðarmetingin av øllum í dag 103 miljónir krónur.

Tá skúlaverkætlanin í Fuglafirði byrjaði, varð 1936-skúlin rivin niður, og tað er 1964-skúlin, sum fær nýtt tak. Skúlaverkætlanin í Fuglafirði er í tveimum byggistigum, og tað er 1. byggistig, sum nú er í gongd. Í øðrum byggistigi skal allur skúlin umframt svimjihøllin dagførast innan.

Sonni á Horni sigur, at í nýggju ítróttarhøllini, sum er partur av 1. byggistigi í skúlaverkætlanini, verða áskoðarapláss, og her verða sera góðar umstøður til ymiskan ítrótt og kappingar.

- Sambært ætlanini skal nýggi parturin av skúlanum takast í brúk beint eftir summarfrítíðina á heyst í 2020 – ella um einar 16 mánaðir, sigur borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu.