Familjurnar sum vitja torgið í SMS í vikuskiftinum sleppa á skattaveiðu, royndarsmakka nýggjar uppskriftir og gera sítt egna fruktspjót. Leygardagin koma Steintór Rasmussen og dóttir hansara Rakul Ró, frá bólkinum Kulurótum, eisini at framføra.
Fyri stuttum góðu kostfrøðingarnir Malan Falkenberg Jensen og Henny á Lava út kókibókina Børnini Borðreiða. Bókin er ætlað børnum, soleiðis at tey kunnu luttaka í matgerðini heima.
Tær ynskja við hesi bókini at børnini fáa ognarrætt til matin, kennast betri við hann og harvið fáa hug at eta hann eisini, greiða tær frá.
Í hesum sambandi verða tær báðar á torginum á SMS í dag frá klokkan 15 til 18 og í morgin frá klokkan 11 til 17. Eisini er møguligt at ogna sær bókina í Rit og Rák í SMS.