Bíligasta bilettin til dystin á Tórsvølli móti Portugal kostar 150 krónur. Dýrasta fer at kosta 300 krónur.
Eftir at atgongumerki til landsdystirnar nú í nøkur ár hava havt fastan prís á 100 krónur, líkamikið hvar tú situr ella hvat mótstøðuliðið er, hevur FSF nú valt at broyta prísskipanina. Úrslitið verður ein dýrkan fyri tey allar flestu og um tú skalt keypa til alla familjuna er munurin rættiliga stórur.
Meðan bíligastu plássini enn fara at kosta 100 krónur, so verður tað einans á tí, sum ein kann kalla vánaligastu plássunum um leikvøllin, nevniliga heilt aftur móti baklinjuni. Hini áskoðaraplássini, nærri miðlinjuni, dýrka øll í prísi. Og tá mótstøðuliðið er eitt av teimum heilt stóru, so sum Portugal, sum kemur á vitjan 10. oktobur, fer bíligasta bilettin at kosta 150 krónur. Dýrasta billettin til tann dystin fer at kosta 300 krónur.
Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, sigur, at hóast tað riggaði væl sum so at hava ein fastan og flatan prís fyri atgongumerkini til landsdystirnar, so eru prísbroytingarnar ein avleiðing av útboðnum og eftirspurninginum.
- Øll hava enn ráð at taka øll við og vit hava varðveitt bíligastu prísirnar, sigur hann.
Prísbroytingin hevur sín uppruna í londunum rundan um okkum. FSF hevur hugt at, hvussu atgongumerkjasølan fer fram aðrastaðni og hevur nú valt at leggja seg á sama leist. Tí verða áskoðaraplássini nú flokkaði í tríggjar bólkar við trimum ymiskum kostnaðarstøðum, meðan dystirnir eisini vera flokkaðir. Tað fer at kosta meir at síggja størstu stjørnurnar, so sum Ronaldo.
- Vit royndu hesa skipanina undan jólum, tá vit seldu árskortini, og tey ruku undan eftir stuttari løtu. Tá sóu vit eisini, at sølan í ymisku prísflokkunum var nokk so jøvn. Nøkur keyptu dýrastu, nøkur tey bíligastu og onnur tey mittastu, tó at dýrastu plássini vóru útseld eitt sindur fyrr enn hini, sigur Virgar Hvidbro. Júst av hesi orsøk heldur FSF, at hendan leiðin man vera ein gongd leið.
- Um hugt verður eftir, hvussu sølan gekk tá, so halda vit, at vit hava lagt kostnaðarstøðið í eina góða legu og als ikki ov høgt. Øll skulu enn føla, at tey hava ráð at koma sigur hann.










