Kostar at verja borg

Formaður javnaðarfloksins á tingi heldur, at kanningin sýnir kostnaðin av at sita við ábyrgd. Men hann metir hetta samstundis sum eina áminning til tingmanningina um at markera seg betri

Veljarakanning

Tann flokkurin, sum fær einasta veruliga kjaftfiskin sambært veljarakanningini, er Javnaðarflokkurin. Flokkurin gongur 2,6 prosentstig aftur, og missir ein tinglim sambært kanningini.

Kostar at stýra
Men hóast hetta í sjálvum sær er lítið hugaligur lesnaður hjá tingmanningini, so tykist formaður floksins á tingið, Kristian Magnussen, ikki at vera skelkaður av úrslitinum.
- Tað ljóðar kanska sum ein slitin kliché, men tað kostar aloftast at sita við ábyrgd og at verja borg. Í samgonguni hava vit hartil sitið saman við tveimum borgarligum flokkum, og tí hava breiðar semjur í fleiri førum verið neyðugar.
- Hartil haldi eg eisini, at tá vit eru flokkurin, sum hevur løgmann, so verður kritikkur av samgonguni ofta identifiseraður við Javnaðarflokkin, og tað er helst ein orsøk til, at vit hava størri afturgongd enn samgongufelagarnir.
Tað hevur støðugt verið tosað um skattalættan. Ikki minst hava arbeiðarafeløgini funnist at javnaðarflokkinum fyri hendan. Kann tað ikki vera ein av orsøkunum til afturgongdina?
- Tað er tað kanska. Hinvegin er tað væl náttúrligt, at skulu verkafeløgini finnast at hesi samgonguni, so verður lagt eftir Javnaðarflokkinum. Men eg haldi nú kortini, at verður tosað um skattalættan, so eigur eisini at vera havt í huga, at samhaldsfasti nú er øktur, so útgjaldið verður uppi á 2.2000 kr. um mánaðin, tá hetta valskeiðið er runnið.
- Tað kann vera, at onkur heldur, at skattalættin var prísurin, sum vit máttu rinda fyri samgonguna, men eg haldi nú kortini, at vit hava fingið nógv annað á skafti. Ikki minst innan almanna- og eldraøkið, har vit jú eisini hava landsstýrismannin.

Áminning til tingmanningina
Skal veljarakanningin nýtast sum barometur, so tykist tó ikki, sum hevur veljarin bitið serliga væl merki í avrikini, sum Kristian Magnussen peikar á. Og hóast samgongan væl og virðiliga heldur fast um meirilutan, so ásannar Kristian, at kanningin gevur flokkinum nakað at hugsa um.
- Fyrst og fremst, so eiga vit helst at markera okkum betri. Tað gongur valla dagur, uttan at vit verja borg mótvegis veljarafjøld okkara, men vit rópa kanska ikki so hart um tað. Tá er tað munin lættari at sita í andstøðu, har tú altíð kanst peika á ymsar lutir, uttan at tað kostar nakað sum helst.
- Og so hava vit eisini tann “trupulleika”, at formaðurin hjá okkum er løgmaður. Tað ber við sær, at hann í stóran mun noyðist at tosa breitt og semjusøkjandi um mál, har aðrir formenn hava munandi leysari teymar.
Men gevur tað ikki eisini tingmanningini størri ábyrgd at tosa søk floksins?
- Tað er avgjørt ein áminning til okkum um, at vit mugu markera okkum betri. Vit skulu heilt avgjørt vera dugnaligari til at vísa á okkara arbeiði at verja borg og at menna vælferðina í samfelagnum.