Skulu vit fáa ein hassjhund afturat til Føroya, fer tað at kosta einar 600.000-650.000 krónur.
Tað staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.
Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, hevur spurt hann, hvussu nógv føroyskir myndugleikar gera fyri at forða fyri at rúsevni verða smuglað til Føroya at oyðileggja okkara ungdóm. Hann spurdi eisini, hvat krevst fyri at fáa ein hassjhund afturat.
Les eisini: Mugu ikki sleppa at oyðileggja ungdómin
Jørgen Niclasen sigur, at í løtuni eru tveir hassjhundar í Føroyum, tollvaldið hevur ein og løgreglan hevur ein, sum veitir eina hjálpandi “nøs”, tá ið tað verður mett at vera neyðugt.
Annars sigur hann, at tað kostar 600.000-650.000 krónur at útvega ein hassjhund afturat. Hetta er bæði prísurin fyri sjálvan hundin og fyri at fáa ein hundaførara á skeið.
Og tað kostar eisini einar 500.000 krónur um árið at hava ein hassjhund. Hetta eru útreiðslurnar til hundaføraran, sum passar hundin, og hevur hann undir hond, og ein orsøk til, at tað er so dýrt, er eisini, at tað er neyðugt at fara til Danmarkar á skeið einaferð um árið. Men harafturat koma so útreiðslur til mat til hundin, djóralækna, og annað.
Annars vil Jørgen Niclasen ikki greiða frá í smálutum, hvussu arbeiðið hjá myndugleikum at forða fyri smugling, er skipað, tí tað kann geva smuglarunum ein fyrimun.
Men hann sigur, at at tollvaldið hevur sera gott samstarv við løgregluna og aðrar almennar stovnar, og útlendsk tollvald.
Eisini hevur tollvaldið sera gott samstarv við vinnuna. Tað er eisini ein stór hjálp, at tollvaldið hevur atgongd til røntgenkanningar og til ferðafólkalistar yvir tey, sum ferðast til og úr Føroyum.
Annars eru tollarar á flogvøllinum, hvørja ferð, eitt flogfar kemur og á bryggjuni, hvørja ferð Norrøna kemur, og har ansa teir serliga væl eftir, at forða fyri at rúsevni verða smuglað.
Tá ið onnur skip og bátar koma til Føroyar, er tollvaldið eisini á staðnum fyri at avdúka møgulig rúsevni, sum kunnu verða smuglað við útlendskum og føroyskum fiskiskipum og handilsskipum.
Tollarar eru eisini á posthúsinum dagliga og hevur eftirlit við pakkum, fyri at tálma ólógligum innflutningi av rúsevnum, sum kunnu koma við posti, sigur Jørgen Niclasen.










