Bummgjaldið fyri at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin og Vágatunnilin skal halda fram, eisini tá ið tunlarnir eru goldnir heilt og fult.
Tað er ætlanin hjá samgonguni, váttaði Aksel V. Johannesen løgmaður, tá ið hann helt ólavsøkurøðu sína, tá ið Løgtingið varð sett ólavsøkudag.
Eftir lógini skal allur útveganarkostnaðurin, eisini partapeningurin í feløgunum, sum rekur tunlarnar, gjaldast aftur, áðrenn tunlarnir kunnu latast landinum aftur. Løgmaður minnir kortini á, at hesir báðir tunlarnir eru lívæðrin hjá norðoyggjum og Vágum og tískil er av størsta týdningi, at teir altíð verða hildnir, soleiðis at tað altíð er koyrandi í teimum.
– Besta trygdin fyri hesum er eitt framhaldandi nýtslugjald, sigur løgmaður.
Hann vísir á, at hjá teimum, sum hava túrahald, er prísurin fyri at koyra ígjøgnum tunlarnar, komið niður á 25 krónur fyri hvønn bil aftur og fram, sama hvussu nógv fólk eru í bilinum. Í morgin, 1. August, lækkar gjaldið niður í 20 krónur. Men tey, sum koyra ígjøgnum tunlarnar til Havnar til og frá arbeiði, fáa 17 krónur í ferðastuðli úr landskassanum.
Sostatt kostar tað í roynd og beru bara tríggjar krónur um dagin hjá einum bili at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, sama, hvussu nógv fólk eru í bilinum, staðfestur løgmaður.








