Kosovo verður ongantíð sjálvsstøðugt

- Vit fara ongantíð at lata Kosovo frá okkum, sama hvussu stórt trýst verður lagt á okkum, sigur serbiski uttanríkisráðharrin

Enn eina ferð er tann politiska støðan á Balkan spent. Júst sum umboð fyri albanararnar og serbarnar í Kosovo hittust í Bruxelles í gjár, gjørdi serbiski uttanríkisráðharrin greitt, at tað kemur ikki upp á tal at lata Kosovo loysa frá Serbia.

 

- Kosovo verður ikki sjálvsstøðugt ríki uttan góðkenning frá Serbia, og allur heimurin veit, at Serbia fer ongantíð at viðurkenna Kosovo sum eitt sjálvsstøðugt land, segði Vojislav Kostunica, uttanríkisráðharri.

 

Serbarnar og kosovoalbanararnir eru ósamdir um, hvørja støðu Kosovo skal hava í framtíðini. Partarnir hava tingast leingi saman við ES-semingsmanninum Wolfgang Ischinger og russiska diplomatinum Aleksandr Botsan-Khartsjenko.

 

Nú fer tíðin at ganga undan. USA hevur boðað frá, at landið vil hava eina loysn fyrst í desember, og tann 10. desember skal ST hava eina frágreiðing um støðuna. Kosovoalbanararnir hava hótt við at skipa Kosovo sum sjálvsstøðugt ríki fyri jól, fæst ikki semja við serbararnar til ta tíð. Men Serbia er ikki til at vika.

 

- Tað kemur ikki upp á tal at lata Kosovo loysa, sigur Vojislav Kostunica, uttanríkisráðharri.