Kosanovic venja Reyðu Stjørnu

Maltesiska fótbóltssambandið sleppur frá at geva landsliðsvenjaranum Milorad Kosanovic fótin

Maltesiska fótbóltssambandið sleppur frá at geva landsliðsvenjaranum Milorad Kosanovic fótin eftir tvey tap móti Føroyum, tí venjarin hevur sjálvur tikið avgerð um at leggja frá sær, eftir at hann hevur fingið starv sum venjarin hjá jugoslaviska stórfelagnum Reyðu Stjørnu í Beograd.

Kosanovic er sjálvur jugoslavi.