KÓS MÓTI BÚSKAPARLIGUM SJÁLVBJARGNI

Føroyar hava átrokandi tørv á eini savnandi kós fram ímóti búskaparligum sjálvbjargni og politiskari sjálvstøðu. Teirri kósini vil eg fegin virka fyri, og tí stilli eg upp fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið 1. september.

- Magni Arge, løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi

Føroyar hava átrokandi tørv á eini savnandi kós fram ímóti búskaparligum sjálvbjargni og politiskari sjálvstøðu. Teirri kósini vil eg fegin virka fyri, og tí stilli eg upp fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið 1. september.

 

Tey 18 árini, eg var í Atlantic Airways, var grundhugsanin, at føroyingar sjálvir væl kundu menna sína egnu flogvinnu.

 

Dugnaligu starvsfólkini í felagnum prógvaðu, at tað bar til, og í dag er Atlantic Airways ikki bara ein lívæðr til umheimin, men eisini bulurin í eini nýggjari føroyskari flogvinnu, sum hevur skapt hundraðtals avbjóðandi størv og økt um útflutningsvirðið við milliardum.

 

Mong minnast ivaleyst, hvussu Atlantic Airways varð speirikið fyrstu árini. Føroyingar fóru ongantíð at duga at fáa eitt flogfelag á føtur, varð sagt, og summi vóru so óttafull, at tey vildu ikki flúgva við føroyskum flogskiparum.

 

Soleiðis hevur nærum altíð verið í vinnuligu, búskaparligu og politisku menningarsøgu Føroya. Nýggj átøk fingu í fyrstani lítla undirtøku, tí álitið á egnan mátt var lítið, men tá fræini vuksu til heystbúnaðar akrar, fegnaðust øll um framstigini.

 

STÓRT VIRKISFÝSNI
Føroyar hava ríkar vakstrarmøguleikar næstu árini, sum eg fegin verði við til at rudda slóð fyri politiskt. Fiskivinnan og alivinnan eru høvuðsmotorarnir í búskapinum, men aðrar vinnur, nýskapan og gransking eru eisini týðandi tættir í búskaparvøkstrinum.

 

Fiskivinnan dró sløk 550.000 tons upp úr havinum í 2014, og virðini, sum hetta virksemið legði eftir seg, kundu teljast í milliardum. Úr føroysku firðunum tóku vit stívliga 70.000 tons av alifiski, og alivinna stendur nú í krónum og oyrum fyri nærum helminginum av føroyska vøruútflutninginum.

 

Í oljuvinnuni arbeiddu bara tveir føroyingar í 1993, men í dag eru fleiri enn 1000 føroyingar knýttir at frálandavinnuni, og føroysk feløg sum Pam Offshore, Thor í Hósvík og Skansi hava við stórum hepni virkað á altjóða pallinum í samstarvi við onnur feløg.

 

Føroysk ferðavinna hevur áhaldandi ment seg seinastu 20 árini við størri og smærri fyritøkum og stóru flutningsfeløgunum Atlantic Airways og Smyril Line. Visit Faroe Islands hevur við nýggjum íblástri sett meiri ferð á marknaðarføringina, og sjálvt ræstur fiskur er vorðin ein spennandi attraktión uttanlands.

 

Væl hugsandi er, at ferðavinnan er tvífaldað í 2020, og at lopini síðan halda fram eins og í Íslandi.

 

FØROYSKAR LOYSNIR OG NÝSKAPAN
Føroysk byggivinna loysir ferð efti ferð úr lagdi stórar verkætlanir í Føroyum og bjóðar seg eisini fram uttanlands. Heilt frá byggifrøðinginum og arkitektinum við tekniborðið til handverkaran og arbeiðsmannin á byggiplássinum er byggivinnan ein søga um áræði og virkisfýsni.

 

Føroysk KT- og samskiftisvinna hevur eisini prógvað sínar dygdir. Føroyskir teldufrøðingar hava víst, at væl ber til at gera serføroyskar loysnir, sum kunnu útflytast og skapa virðisøking bæði hjá einstøku fyritøkuni og í búskapinum sum heild.

 

Íverksetaraandin er vaksandi, og tað, sum í dag kann tykjast at vera ein eyðmjúk roynd at fáa tað ómøguliga at bera til, kann í morgin gerast ein inntøkuskapandi vinnugrein, um so talan er um at skapa varandi orkuloysnir, ala tara ella gera ruskspannir úr pappi.

 

Hond í hond við hetta áræðið ganga allatíðina mentanarligt og ítróttaligt virkisfýsni. Sangir og bøkur, sum geva okkum íblástur, tiltøk, sum savna okkum, ítróttaúrslit, sum geva okkum tjóðskaparyl, eru ómissandi drívmegi í samfelagnum. Alt treytar hvørt annað.

 

NÓGV KANN GERAST BETUR
Men meðan alt hetta fer fram, kann mangt gerast betur - politiskt. Stóri gordiski knúturin er ein fiskivinnunýskipan, sum bæði er búskaparliga, lívfrøðiliga og sosialt burðardygg.

 

Nýskipanin skal hava støði í, at talan er um virðismiklasta útflutningstilfeingið, tjóðin eigur at byggja á, og hon má vera gjøgnumskygd, so kenslan av, at tilfeingið bara er til taks hjá teimum, sum kenna telefonnummarið hjá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum, hvørvur úr almenna rúminum. Nýskipanin skal skapa álit.

 

Haraftrat skal hon skapa fjølbroytni. Fáa fleiri virkisfýsnar kreftir møguleikan íhøvuðsvinnunum aftrat teimum góðu kreftum, sum longu eru har, fer tað at skunda undir uppaftur størri búskaparmenning, og hetta skal eisini seta ferð á heilt nýggjar vinnur.

 

NÝSKIPAN Í SAMSTARVI VIÐ VINNUNA
Nýskipanin í fiskivinnuni skal byggja á burðardygga veiði, at føroyski ræðisrætturin til frumrættindini í havinum verður tryggjaður, og at handil við fiskiloyvum bara kann fara fram umvegis tjóðarmyndugleikan. Hon skal hava við sær, at allir partar tryggja lívfrøðiliga burðardygd, búskaparmenning og sosialan trivnað í Føroyum.

 

Bæði OECD og IMF hava staðfest, at búskaparligur ójavni forðar fyri búskaparvøkstri. Men tey siga eisini, at fáa tey lægstløntu størri fíggjarligt rásarúm, veksur búskapurin. Haldfør búskapar- og tjóðarmenning er tí bæði treytað av vinnuligum effektiviteti og fjølbroytni, og at breiða fjøldin fær lut í virðisøkingini, sum fæst úr tjóðarinnar tilfeingi.

 

Sjálvsagt skal nýskipanin taka atlit til gjørdar íløgur í vinnuni og gerast í samráði við viðkomandi áhugapartar, eisini verandi loyvishavarar. Brýr skulu byggjast millum vinnuligt virkisfýsni, búskaparmenning og tjóðskaparligt sjálvbjargni.

 

Savnast vit um ta megi, sum longu er í fólkinum, og gera tjóðarsemju í nýggjari grundlóg um grundarlagið, vit standa á, samstundis sum vit seta kós ímóti búskaparligum sjálvbjargni, skapa vit størsta bragdið í okkara tíð. Og møguleikan hava vit beint nú.

 

Mín partur skal ikki liggja eftir í hesi stremban, verði eg valdur á ting!