Kortrok í Sarpigerði

Fótbóltur: GÍ og B36 fingu ørgrynnu av kortum sunnudagin

Heitt var á vøllinum í Gøtu undir dystinum millum GÍ og B36.

Dómarin Lassin Isaksen mátti vísa leikarunum ikki færri enn tíggju kort tilsamans.

Eitt teirra var reytt, ið liðformaðurin hjá gøtumonnum, Magni Jarnskor, hevur fingið, og hini níggju vóru gul. Ongantíð áður, hvørki í fjør ella fyrr í ár, høvdu so nógv kort verið víst í einum einstakum dysti.

Áðrenn dystin í Gøtu vóru flest kort givin í 4. umfari á Sandi, har B71 fekk tað sama úrslitið ímóti sumbingum, sum GÍ fekk ímóti B36 sunnudagin ? 2-1.

Ta ferðina fingu sandingar fimm gul kort, meðan mótstøðumennirnir fingu trý gul kort og ein mann (Spasojé Biberdzic) útvístan av vøllinum fyri at taka bóltin við hondini.

Í fjør fingu NSÍ- og TB-arar níggju gul kort tilsamans í næstsíðsta umfari í Runavík, har NSÍ vann við einum máli ímóti ongum, meðan tvøramenn fingu eitt kort fleiri, fimm ímóti fýra hjá runavíkingum.