Sum er ber ikki til at nýta kort í fleiri støðum í Føroyum, og við Visaelectron og Mastercard ber onki til. Hetta staðfestir Sámal J. Samuelsen frá Elektron. Orsøkin til trupulleikan er, at PBS í Danmark, sum umsitur skipanina hevur stórar tekniskar trupulleikar í løtuni.
- Tað er ikki sami trupulleiki, sum í gjár. Trupulleikin er í Danmark, og vit vita ikki nær tað verður í lagið, sigur Sámal J. Samuelsen.
Hann greiðir frá, at tað helst ikki ber til at nýta Mastercard og Visaelectron nakrastaðni, og at vanlig visakort í nógvum førum bara kunnu nýtast í sjálvtøkunum.
Hesin trupulleikin hevði fyrr í dag við sær, at lang bíðitíð var í summum bankum. Til dømis vóru minst 20 fólk um middag í dag, sum skuldu taka pening út á gamla hátt.
Eik, har hendan myndin er tikin, staðfestir, at tey royna at gera alt tað tey kunnu at hjálpa fólki.









