Kortanei til at útlendsk ítróttarfólk sleppa at taka arbeiði frá føroyingum

Føroya Arbeiðarafelag krevur, at helvtin av teimum ítróttarfólkum, sum koma til landið, skulu hava alment arbeiði, so at tað ikki bara skal raka tey tímaløntu verkafólkini

Útlendsk ítróttarfólk

? Útlendingar, sum koma hendavegin í sambandi við ítrótt ella í øðrum sambandi, mugu ikki sleppa at at taka arbeiði frá føroyingum.
Tað eru tey samd um í Føroya Arbeiðarafelag.
Á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið, var nógv tosað um teir útlendingarnir, sum koma koma til landið, eisini teir, sum koma higar í sambandi við ítrótt.
Andreas Berglíð úr Sørvági, reisti málið og hann skeyt upp, at Føroya Arbeiðarafelag sendi landsstýrinum skriv. Og í tí skrivinum skal verða kravt, at helvtin av teimum útlendingum, sum koma higar í sambandi við ítrótt, og sum eisini skulu hava arbeiði, skulu hava eitt alment arbeiði.
? Í løtuni eru tað at kalla bara á fiskavirkjunum, at hesir útlendingarnir eru og tað líkist ongum, at tað bara skulu vera føroysk flakafólk, sum missa arbeiðið, tí at útlendskt ítróttarfólk skul hava teirra pláss.
? Tað líkist ongum, at tað bara skulu vera flakafólk, sum skulu merkja sviðan, tá í útlendingar koma higar at spæla bólt og skulu hava arbeiði afturat. Tey, sum eru alment lønt, skulu eisini merkja, hvussu tað følist, segði Andreas Berglíð.
Á aðalfundinum varð samtykt, at Føroya Arbeiðarafelag skuldi senda landsstýrinum skriv við hesum krøvunum.

Fáa onki at vita
Óli Johannesen úr Fuglafirði skeyt upp, at Føroya Arbeiðarafelag skuldi virka fyri, at fakfeløgini eisini skuldi fáa eitt tvítak av arbeiðsloyvunum hjá hesum útlendingunum.
?Sum er, fáa feløgini bara boð um, at viðkomandi er blivin limur í felagnum. Men um hann ella hon, hava arbeiðsloyvi, sæst ikki.
Hetta fer Føroya Arbeiðarafelag nú at arbeiða fyri.
Osmund Berg úr Skopun vísti á, at fyrr fingu fakfeløgini ein lista yvir teir limir, sum vóru arbeiðsleysir. Men eisini tað er steðgað. Sostatt er ómøguligt hjá fakfeløgunum at fylgja við, hvørjir limir eru arbeiðsleysir og tí ber til at fáa útlendingar inn ímillum.
Ingeborg Vinther, sum tað er ein gomul samtykt í ALS, at tað eru bara arbeiðsgevarar, sum hava brúk fyri arbeiðsfólki, sum kunnu fáa listarnar yvir arbeiðsleys.
? Arbeiðsgevari, sum biðjur um ein lista við arbeiðstøkum, tí brúk er fyri arbeiðsfólki, skal boða ALS frá, hvat slag av arbeiði, talan er um og hann skal vátta skrivliga, at listin skal forkomast aftaná.
Hon helt kortini, at umboðini fyri fakfeløgini í ALS áttu at roynt at fingið hetta broytt, so at tað var lættari hjá fakfeløgunum at røkja síni áhugamál.

Gav baksláttur
Ingeborg Vinther segði annars, at Føroya Arbeiðarafelag hevði fund við undanfarnu samgonguna um útlendingaviðurskifti. Fundurin var við Høgna Hoydal, landsstýrismann í útlendingamálum og Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum.
Hetta var í heyst, tí longu tá hevði Føroya Arbeiðarafelag fingið nógvar fráboðanir um, at útlendingar vóru tiknir framum føroyingar á ymsum virkjum.
?Støðan var tann, at tá ið arbeiði var, vóru útlendingarnir til arbeiðis og føroyingarnir sótu heima, segði Ingeborg Vinther.
Men hon sigur, at einasta úrslitið av fundinum var, at landdsstýrið stutt eftir boðaði frá, at treytirnar skuldu linkast fyri at fáa útlendsk ítróttarfólk til Føroya.
Hon legði dent á, at Føroya Arbeiðarafelag hevði als onki ímóti útlendskum ítróttarfólkum, ella útlendingum annars.
? Men vit mugu ásanna, at arbeiðið er minkað heilt nógv í seinastuni og tað fer at minka enn meir, tí arbeiðsloysið í sambandi við alingina, er als ikki sligið ígjøgnum enn.
? Sostatt er støðan heilt álvarslig og sostatt er hetta ikki tíðin, at taka útlendingar til landið at arbeiða, heldur ikki, tá ið talan er um ítróttarfólk.
Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag segði, at sum støðan er, mugu tey ítróttarfeløg, sum taka ítróttarfólk til landið, eisini syrgja fyri at geva teimum so mikið í løn, at tey ikki skulu noyðast á arbeiðsmarknaðin at taka arbeiði frá føroyingum.
? Føroyingar skulu hava fyrsta rætt til tað arbeiði, sum er í landinum.
Ingeborg Vinther sigur, at fyrr, tá ið útlendingar komu til landið at arbeiða, vórðu fakfeløgini altíð spurd um nakað arbeiðsloysi var í hesum ávísa økinum, sum útendingum skuldi arbeiða í.
? Tann mannagongdin er broytt nú, so nú verða vit ikki eftirspurd.
Ingeborg Vinther legði kortini dent á, at Føroya Arbeiðarafelag fór ikki at sleppa málinum.