Korsie gevur 22 løg út

- Sangirnir ljóða sum demo-sangir, mest sum, sigur Rúni Korsgaard, sum undir pseudonyminum The Strangers hevur givið út sína fyrstu fløgu.

 

Hann plagar at vita nógv um tónleikin hjá øðrum. Antin sum tónleikaserfrøðingurin í útvarpssendingini “Korsie & 60'ini”, ella sum verturin í “Kallkyn”, sum einaferð var at hoyra í útvarpinum.

Men nú roynir hann seg alment sum tónleikari.

Undir pseudonyminum The Strangers hevur Rúni Korsgaard – vanliga nevndur Korsie – givið út soloútgávu við heili 22 løgum.

- Eg síggi alla fløguna sum eina stóra grýtu, har eg havi smekkað nakað av tí, mær dámar – punk, rock, lo-fi, experimenterandi tónleik, '60ára-tónleik, osv. – í, og blandað tað væl saman til eina merkiliga samankóking.

Hóast tilfarið er rúgvumikið, so tók ikki drúgva tíð at taka tónleikin upp.

- So at siga allir sangirnir eru first-take-upptøkur. Annars eru onkrir eisini diktafon- og “heima-frá-kamarinum”-upptøkur, sigur Korsie.

Hvørki penga- ella tíðarneyð er orsøkin til, at sangirnir eru tiknir upp so skjótt.

- Tað skal ljóða soleiðis. “Lo-fi”, fyrst og fremst. Tað er andin í fløguni. Nakað, Sigmund og eg báðir vóru samdir um frá byrjan. Sangirnir ljóða sum demo-sangir, mest sum, sigur ungi havnarmaðurin.

Sigmund Zachariassen, sum annars júst hevur givið út sína debutfløgu, hevur upptikið fløguna og hjálpt til vegs enda.

Á ávísum løgum hevur Korsie eisini fingið hjálp frá Sigmundi á bassi og hinum tónleikaranum í The Mirror Men, nevniliga trummuleikaranum Akseli Tórgarð.