Koronuplágaðir sviar eru í finaluni

Málverjin átti stóran leiklut, tá ið Svøríki vann ímóti Fraklandi, sum fyri aðru ferð í fýra dagar sunnudagin skal spæla ímóti Danmark

Ein av heilt stóru spælarunum hjá Svøríki í kvøld var málverjin Andreas Palicka, sum fyrr í kappingini ikki var tøkur, tí hann var raktur av koronu. Heilt merkisvert var tað, at hann í fyrra hálvleiki skoraði trý mál, tá ið Frakland var undirmannað og helt málverjan á beinkinum. Ta einu løtuna var Andreas Palicka toppsjútti í kvøld Mynd: polfoto

Tað er fagnaður í gulu og bláu leguni í Budapest. Svøríki hevur við 34 – 33 sigri ímóti Fraklandi vunnið seg í EM finaluna, har Spania sunnudagin verður mótstøðuliðið.

 

Svøríki tapti fyri einum ári síðani HM finaluna ímóti Danmark. Nú skal Svøríki fyri sættu ferð royna seg í EM finalu. Tað eru 20 ár síðani, at Svøríki síðst vann EM í hondbólti.

 

Frakland var frammanfyri bæði 5 – 1 og 7 – 3, men so svaraðu sviar aftur, og eftir fyrra hálvleik vóru teir frammanfyri 17 – 14. At tað gekk so væl, og at Svøríki vann í kvøld og nú skal spæla finalu er óvæntað. Hópurin hevur verið illa raktur av koronu. Í kvøld vóru tríggir lyklaspælarar ikki tøkir, tí teir høvdu koronu.

 

Ein av heilt stóru spælarunum hjá Svøríki í kvøld var málverjin Andreas Palicka, sum fyrr í kappingini ikki var tøkur, tí hann var raktur av koronu. Heilt merkisvert var tað, at hann í fyrra hálvleiki skoraði trý mál, tá ið Frakland var undirmannað og helt málverjan á beinkinum. Ta einu løtuna var Andreas Palicka toppsjútti í kvøld.

 

Tá ið tað restaði ein minuttir, var Svøríki frammanfyri við tveimum málum. Fraklendingar drivu á, og tá ið sviar ikki vóru heilt savnaðir var tað um reppið, at Frakland javnaði, og so hevði verið umdystur um finaluplássið.

 

Andreas Palicka bjargaði, tá ið mótstøðumaður í síðstu sekundunum var leysur á strikuni, og so vann Svøríki 34 – 33.

 

Úrslitið ber við sær, at finalan seint seinnapartin sunnudagin verður millum Spania og Svøríki. Undan finaluni skulu Danmark og Frakland spæla um bronsukrónurnar. Fyri fýra døgum síðani vann Frakland 30 – 29 ímóti Danmark, og í OL finaluni síðsta summar vann Frakland 25 – 23 ímóti Danmark.

 

Ein av heilt stóru spælarunum hjá Svøríki í kvøld var málverjin Andreas Palicka, sum fyrr í kappingini ikki var tøkur, tí hann var raktur av koronu. Heilt merkisvert var tað, at hann í fyrra hálvleiki skoraði trý mál, tá ið Frakland var undirmannað og helt málverjan á beinkinum. Ta einu løtuna var Andreas Palicka toppsjútti í kvøld Mynd: polfoto