Koronu-smitta ger lop um okkara leiðir

Sambært evropeisku smittuverjuskrivstovuni - ECDC - broyta fleiri lond og landslutir nú lit í koronu-høpi.

 

 

Í fleiri norðurlendskum londum hevur koronu-smittan gjørt eitt týðiligt lop seinastu tíðina. Soleiðis eru eisini staðfestir heili 408 nýggir smittutilburðir fyri hvørji 100.000 fólk í eitt nú Íslandi seinastu 14 dagarnar.

 

Bæði Finnland og Svøríki eru farin frá grønum til reyðgult í nýggjastu dagføringini hjá ECDC, og lond sum eitt nú Ísland, Estland og fleiri regiónir í Danmark eru vorðin reyð. 

 

Avleiðingin kann vera, at fleiri lond nú fara at seta treytir um sóttarhald hjá fólki, sum koma úr nevndu londum og økjum. Tað eru nevniliga fleiri lond, sum brúka tilráðingar hjá ECDC sum leiðbeining til egnar tilráðingar.

 

ECDC dagførir sítt smittukort hvørja viku og fyri at gera av, um lond ella øki skulu broyta lit, verður hugt eftir, hvussu nógv smitta er staðfest í ymisku londunum og økjunum seinastu 14 dagarnar. 

 

Hevur eitt land fleiri enn 50 smittutilburðir fyri hvørjar 100.000 íbúgvar, kann liturin broytast frá grønum til reyðgult. Men, ger landið nógvar koronu-royndir, kann landið hava upp í 75 smittutilburðir fyri hvørjar 100.000 íbúgvar, áðrenn liturin broytist.

 

Koronu-smittan hevur í seinastuni gjørt týðilig lop í fleiri av norðurlendsku londunum. Í Svøríki eru 69 smittað og í Danmark 200 fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Eisini partar av Noregi eru reyðgulir í nýggjasta kortinum hjá ECDC.

 

Vit kunnu skoyta uppí, at í Grønlandi hevur kronu-smittan eisini gjørt rættiliga um seg seinastu tíðina. Samlaða talið av smittaðum í landinum, síðan farsóttin tók seg upp, er 150 - og talið av fólki, sum eru vorðin frísk aftur, er 87.

 

Tað merkir sambært nýggjastu uppgerðini, sum grønlendski miðilin Sermitsiaq vísir til, at Grønland í løtuni hevur 63 aktivar smittutilburðir við covid-19, og hesir eru ymsastaðni kring landið. 

 

Í Føroyum stendur rímiliga væl til við smittu í løtuni. Vit hava higartil havt 988 smittutilburðir tilsamans, og í løtuni er talið av aktivum smittaðum í Føroyum 20.