Ein tummilfingraregul í politikki er, at politikarar ikki vinna val uppá, hvussu teir stýra í krepputíðinum.
Mette Frederiksen mótsigur tó hesum, tí Javnaðarflokkurin í Danmark busar fram í nýggjari veljarakanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau.
Leingi er til næsta val, men bara í marsmánaði, tá koronakreppan av álvara rakti Danmark, hevur stjórnarflokkurin vunnið 4,7 prosentstig fram og liggur nú á 31,5 prosentum.
Tað er ein sera stór framgongd upp á bara ein mánað og millum størstu framgongd, sum stovnurin hevur mált.
Statistiska óvissan er 2,8 prosentstig, sum vil siga, at flokkurin kann fáa 2,8 prosentstig meira ella minni enn 31,5 prosent.
Stjórnarflokkurin hevur ikki havt oman fyri 30 prosent av atvøðunum í eini kanning síðani 2006, tá Helle Thorning-Schmidt var nývald forkvinna.
Hyggja vit eftir Alternativet, so hevur tann flokkurin ta øvugtu søguna. Flokkurin stóð til at fáa 2,1 prosent av atkvøðunum fyrst í mars, men er nú fallin til 0,6 prosent av atkvøðunum.
Síðani tá hevur flokkurin mist fýra fólkatingsfólk, teirra millum floksstovnaran. Tann statistiska óvissan er upp á 0,5 prosentstig hjá Alternativet.
Mette Frederiksen helt tíðndafund 11. mars, sum verður kallaður søguligur, tí forsætisráðharrin stongdi landið.
Her tók hon av álvara tey stig, sum stjórnin vónar skulu minka um talið av innløgdum ella útseta ein part av tí vegna koronavirus.
Seinastu tíðina er trýst lagt á stjórnina fyri at koma við eini ætlan um, hvussu landið skal latast uppaftur, tá vit eru komin út hinumegin kreppuna.
Fyribils er Danmark stongt til 13. april, men roknað verður við, at talið av innløgdum og sjúkum fer at koma í hæddina miðskeiðis í apríl.
Mette Frederiksen er tó optimistisk.
Seinastu dagarnar hevur talið av borgarum, sum eru vorðnir sjúkir av Covid-19, verið positivt.
Stjórnin hevur brúkt søguliga nógvar milliardir krónur upp á at tryggja virki og løntakarar eins og onnur undir kreppuni. Eitt samt Fólkating hevur stuðlað. Fleiri skundlógir eru eisini samtyktar.
/ritzau/











