Korona er aftur farið at ganga, og nú gongur tað, sum ongantíð áður. Bara um vikuskiftið eru yvir 260 fólk smittað og nú eru tað 379 fólk, sum hava koronu og tað er nógv tað mesta nakrantíð.
Pál Weihe, ráðgevari í koronu, sigur, at tað eru nakrar orsøkir til at korona ger so nógv um seg nú.
Les meiri um tað her: Hetta er tann »perfekti stormurin«
Landslæknin hevur kunngjørt, at vit hava mist tamarhald á støðuni. Fyri at avmarka smittuni hevur landsstýrið mælt til at avmarka sosialu samveruna hjá børnum og ungum í Klaksvík, og summastaðni í Eysturoy, tí tað er skúlagongdin í Klaksvík og í Eysturoy, avmarkað, umframt at mælt verður til, at frítíðarvirksemið hjá børnum og ungum í hesum økjum, verður avmarkað.
Les meiri um tað her: Her eru nýggju koronu-tilmælini frá landsstýrinum
Men Pál Weihe sigur, at tað er sanniliga ikki bara í Klaksvík og í Eysturoy at smittan ger um seg, tí tað eru eisini nógv smittað í Havn. Tí heldur hann, at sum støðan er nú eigur øll samvera ímillum fólk eigur at verða útsett, bæði veitslur, samkomur, ráðstevnir, fundir og annars øll samvera, sum ikki er neyðug.
Hann ásannar samstundis at tað eru nøkrum førum, at samvera ímillum fólk ikki kann avlýsast, eitt nú á arbeiðsplássum, men sjálvur sigur hann, at tá ið hann verður spurdur til ráðs, er hann rættiliga strangur í sínum tilmælum, tí hann heldur, at støðan krevur størsta varsemi.
Hann sigur, at fleiri hava verið í samband við hann um ymiskt tiltøk, bæði stórar familjuveitslur, og onnur tiltøk, og hann hevur fleiri ferðir mælt til, at alt verður avlýst.
Pál Weihe sigur, at tey tiltøk, landsstýrið hevur sett í verk, og tey tilmæli, sum eru komin, er ein byrjan, men hann sigur, at batnar støðan ikki, kann tað verða neyðugt at seta fleiri tiltøk í verk, og at koma við fleiri tilmælum.
Og hann sigur, at tølini hesar seinastu dagarnar benda á, at enn ganga pílarnar upp eftir og tí er tað neyðugt at traðka á bremsuna, sigur Pál Weihe.