– Vit hava tamarhald á støðuni. Tað sigur Lars Møller, landslækni.
Hesar seinastu dagarnar hava vit havt nakrar tilburður av koronu at kalla hvønn dag. Men Landslæknin sigur, at talan er um sjúklingar, sum koma til Føroya, og sum verða staðfestir í eftirlitinum við markið. Talan er eisini um fólk, sum longu eru teimum smittuketum, landslæknin longu veit um.
– Tað vit vita, gongur smittan ikki ímillum fólk, tí talan er um tilburðir, vit finna í marknaeftirlitinum, ella um fólk, vit longu hava havt samband við tey, sum við teir sjúklingar, vit hava funnið.
Men hann staðfestir samstundis, at tað er alneyðugt at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum, serliga nú smittan er farin at gera um seg av álvara í Danmark.
Tí er tað neyðugt, at fólk fylgja tilmælunum um at vaska sær um hendurnar, bæði ofta og títt, ella at spritta sær væl um hendurnar. Tað er eisini alneyðugt at minna fólk á at halda frástøðu upp á minst ein metur, men fara fólk at syngja, skulu minst tveir metrar verða ímillum fólk.
Og at enda verður staðiliga mælt til, at fólk, sum koma til Føroya, lata seg kanna um aftur, tá ið tey hava verið í Føroyum í seks dagar. Landslæknin leggur serliga stóran dent á hetta tilmælið um at fólk, serliga nú konfirmatiónir eru, og fólk ofta fara úr einari konfirmatión í aðra.
Tað er heldur ikki so leingi, so fara fyritøkur, felagsskapir, og bólkar, at halda jólaborðhald, samstundis sum at fólk í túsundatali koma heim til Føroya at halda jól.
Landslæknin væntar, at serliga nú korona av álvara er farið at ganga aftur í Danmark, væntar hann eisini, at vit fara at fáa fleiri tilburðir í Føroyum.
Men hann mælir til, at fólk koma til Føroya í góðari tí, so at tey kunnu vera her í seks dagar og lata seg kanna umaftur, áðrenn tey fara út imillum fólk.
Men landslæknin ávarar um, at vit skulu ikki hava ólavsøku-tilstandir aftur í Føroyum, tí tá gekk tað galið, sigur hann. Á ólavsøku hendi tað, at tilmælini ikki vórðu hildin í stóran mun, og avleiðingin var, at nógv fólk vórðu smittað.
– Tí er tað serstakliga týdningarmikið, at tey, sum koma til landið, lata seg kanna umaftur, tá ið tey hava verið her í seks dagar, sigur hann.
Hetta er eitt tilmæli, myndugleikarnir langt síðani eru komnir við, men tað er eingi hagtøl sum vísa, hvussu nógv fólk fylgja tí og lata seg kanna um aftur.
Higartil hevur politikkurin hjá myndugleikunum verið, at vit skulu berja korona niður við at tilmælum, og við at vísa fólki álit, heldur enn við forboðum.
Og landslæknin heldur, at hetta er ein leið, sum hevur roynst sera væl og hann ger seg ikki til talsmann fyri, at landsstýrið skal herða kósina, hóast nógv fólk er væntandi til Føroya og hóast lív plagdi vera í náttarlívinum nú upp undir jól við øllum jólaborðhaldunum.
– Taktikkurin við tilmæli og álið hevur virkað merkiliga væl, heldur Lars Møller. Virkaði tað ikki væl, høvdu vit ikki havt tamarhald á støðuni, leggur hann afturat.
Hann sigur, at tá ið tilmælini verða endurtikin so ofta, fáa tey næsta støðu ímillum fólk sum eitt krav. Hann heldur, at av tí at samfelagið er so lítið, er samanhaldið stórt og fólk ansa eftir hvørjum øðrum.
Fólk fylgja eisini við hvørjum øðrum, og siga frá, tá ið onkur er, sum ikki heldur tilmælini.
Landslæknin sigur, at fyribils hava tey, sum eru smittað, bara mild sjúkutekin, men hvussu tað verður í longdini, er ikki til at vita.