Fíggjakvøldið á midnátt komu nýggju tilmælini frá landsstýrinum í sambandi við koronu, í gildið. Eitt av hesum tilmælum er, at ein skipan við koronupassi verður sett í gildið. Ein partur av hesum er, at í mesta lagi 200 fólk kunnu savnast innandura, men fortreytin er, at tey hava koronupass. Hava tey einki koronupass, kunnu í mesta lagi 50 fólk savnast innandura.
Síggj tilmælini niðanfyri. Tilmælini eru býtt í trý, alt eftir, hvussu støðan er og í hesum døgum eru vit á stigi 2, sum er gult.
##med2##
Fyri skeinkistøðini hevur hetta ikki tann stóra týdningin akkurát nú, tí tað var longu uppundir seinasta vikuskiftið, at tey, sjálvboðin, settu eina skipan við koronupassi í gildið. Tað hendi tann 3. november, tá ið løgmaður mælti til, at skeinkistøðini lótu aftur um náttina fyri at basa smittuni. Tað vildu tey ikki, men afturfyri settu tey eina skipan við koronupassi í gildið. Men hetta er so fyrsta vikuskiftið, at landsstýrið hevur beinleiðis mælt til, at fólk skuli hava koronupass fyri at kunna vera saman við øðrum.
Seinasta vikuskiftið var at kalla steindeytt í náttarlívinum, men hetta vikuskiftið hevur nakað av fólki verið í býnum, men ikki so nógv, sum vanligt. Og tað eru ikki øll, sum hava útvegað sær koronupass, tí tað eru í hvussu so er nøkur, sum ikki eru sloppin inn á skeinkistøðini, men eru víst á dyr aftur.
Men tey vóru ikki ráðaleys, tí summi av teimum vildu so hava løgregluna at hjálpa sær at sleppa inn á skeinkistøðini. Løgreglan sigur nevniliga, at nøkur fólk hava ringt til tey, at fáa løgregluna at syrgja fyri, at tey sluppu inn á skeinkistøðini.
Men løgreglan sigur, at tað kunnu tey ikki hjálpa til við, tí skeinkistøð gera sjálvi av, hvørjar treytirnar eru fyri at sleppa inn. Men løgreglan sigur, at tey fingu eitt prát við hesi fólkini um støðuna og um skipanina við koronupassi.
Annars er ein bilførari eisini tikin í Eysturoy fyri at koyra við kenning. Sostatt eru fýra bilførarar tiknir hetta vikuskiftið fyri at koyra ávirkaðir tríggir í Eysturoy og ein í Havn.