Tey, sum eru koppsett fyri koronu nú í heyst og í vetur, eru í munandi minni vanda fyri at verða so sjúk av koronu, at tað er neyðugt at leggja tey inn á sjúkrahús. Tað vísir ein kanning hjá Statens Serum Institut í Danmark.
Myndugleikarnir hava heitt á fólk um at lata seg koppseta aftur fyri at styrkja mótstøðuførið. Heilt nógv eru koppsett tríggjar ferðir frammanundan, so hetta var fjórðu ferð, at vit fáa tilboðið um at lata okkum koppseta.
Nú eru tøl sett á, hvussu væl koppsetingin verjir fyri koronu og tað vísir seg, at hjá teimum, sum eru koppsett í hesum umfari, er vandin fyri at enda á sjúkrahúsi við koronu heili 73 prosent minni enn hann er hjá teimum, sum bara eru koppsett tríggjar ferðir.
Ein orsøk er, at koppingarevni er lagað til so at tað eisini verjir ímóti teimum variantunum av koronu, sum nú ganga, sigur Statens Serum Institut.











