Í gjár vóru tveir nýggir smittutilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Í báðum førum var smittukeldan kend.
Í løtuni eru 34 persónar smittaðir við covid-19
Síðani ólavsøku hava dagstilburðirnir verið null, ein, tveir og tveir tilburðir. Harvið hevur nakað stórt ólavsøkuútbrot ikki víst seg í tølunum enn.