Fríggjadagin kunngjørdi landsstýrið tey nýggjastu tilmælini í sambandi við koronu – og tað var við blandaðum kenslum, at Sigvør Laksá, sum er ein av teum, sum fyrireikar G-festivalin í Gøtu, sat og lurtaðu eftir. Tey hava gjørt av halda festival aftur í ár, men hon ásannar, at hon stúrir rættiliga illa, nú landsstýrið hevur lagt nýggjastu tilmælini fram.
Tað, hon stúrir mest fyri, er, at nú er tað ikki longur eitt tilmæli, at fólk, sum koma til Føroya, skulu verða í einum slagi av sóttarhaldi teir fyrstu fýra dagarnar eftir at tey eru komin higar. Tað merkir, at fólk, sum koma til Føroya kunnu fara beint til handils, á matstovu, ella aðrastaðni, hóast tey ikki eru koppsett.
Tey skulu kortini halda seg burtur frá størri mannfjøldum, so sum føðingardøgum, veitslum, skeinkistøðum, kirkjum og samkomuhúsum, og størri ítrótta og tónleikatiltøkum, har smittan kann breiða seg rættiliga skjótt.
Men fyribils vil landsstýrið ikki geva grønt ljós fyri, at tónleikafestivalar og stevnur kunnu verða í summar, men tað er ein spurningur, sum verður tikin upp aftur seinni.
Í tíðindunum á FM1, stúrdi Sigvør Laksá fyri, at tilmælið um at fólk, sum koma til Føroyar, er linkað, tí hon heldur, at vandi er fyri, at smittan kann fara at breiða seg aftur. Hon sigur, at skuldi tað hent, at smittan fer at breiða seg aftur, verða tað vit í Føroyum, sum sita eftir við rokningini, tí so er eitt summar afturat at verða merkt av stongsli og avmarkingum.
Men hon heldur eisini, at ein glotti í boðskapinum frá landsstýrinum er, at nú verður ætlanin at koppseta yngri fólk, framskundað, tí nú eru tað tey yngru, sum eru í størstum vanda fyri at bera smittuna víðari. Eg tulki tað soleiðis, at myndugleikarnir vænta, at vit fara at fáa eitt summar, sum vanligt, sigur hon.
Hon sigur, at tey, sum skipa fyri G-festivalinum høvdu boðað frá, at tey máttu taka støðu fyri 1. mai tí tað tekur sína tíð at fyrireika. Tað hava tey gjørt og støðan, tey tóku, var, at halda festivalin mitt í juli og nú fyrireikingarnar halda fram.
Og hon leggur dent á, at tey, sum skipa fyri G, fara staðiliga at heita á fólk, sum koma á G um at seta seg sjálvi í sóttarhald í fýra dagar, áðrenn tey koma til Gøtu. Hon sigur, at tey hava eisini bjóðað tónleikarum, sum koma higar, og sum ikki eru koppsettir, at koma higar fýra dagar frammaundan og verða í sóttarhaldi er, áðrenn tey fara á pall í Gøtu. Og ber tað ikki til, ætla tey á G at skipa soleiðis fyri, at tónleikararnir ikki koma í samband við fólk frá tí at teir koma til teir fara.
– Vit ætla at bera okkum ábyrgdarfult at og fer smittan at breiða seg av álvara, kann alt dettur niður fyri, men so vóna vit eisini, at myndugleikarnir lofta okkum, segði hon við FM1.