Í gjár vóru 40 nýggir tilburðir av koronu staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.
Í gjár vóru 2.348 kanningar gjørdar. Í løtuni eru 376 fólk smittað, sjey fólk eru innløgd, og 13 eru nú deyð við koronu í Føroyum.