Hesa seinastu tíðina hevur talið á danskarum, sum hava fingið korona, verður veksandi. Tað staðfestur Statens Seruminstitutt í dag. Í síðstu viku fingu 429 danir staðfest Korona og tað er væl meiri enn í næstseinastu viku, tá ið 247 danir fingu staðfest koronu.
Sostatt var talið á teimum danskarum, sum hava fingið staðfest korona, líka stórt sum tað var fyrst í mai. Tað eru eisini fleiri fólk kannað nú, men í prosent er talið á royndum, sum eru positivir, eisini hægri nú.
Tað er ymiskt, hvussu teir hart teir ymsu landspartarnir í Danmark eru raktir av smittuni. Harðast rakt er Ringsted, á Sælandi, har 175 danir eru smittaðir fyri hvørji 100.000 fólk og men í Ishøj og í Albertslund uttan fyri keypmannahavn eru tað ávikavist 26 og 25 fólk av hvørjum 100.000 fólkum, sum hava korona.
Men eisini í Åehus íJútlandi eru nógv fólk við koronu, tí har eru smitta staðfest hjá 22 fólkum fyri hvørji 100.000 fólk.
Men States Seruminstitut sigur, at yvirhøvur vísa tølini, at korona er farið at breiða seg til alsamt fleiri partar í Danmark. Serliga í Miðútlandi er lutfalsliga nógv fólk við korona, tí har varð korona staðfest hjá 106 fólkum í seinastu viku.
Kåre Mølbak, læknafakligur stjóri í Statens Seruminstitut, sigur, at ein partur av økingini stavar frá tí at fleiri fólk á Danis Crown, sláturvirkinum, í Ringsted. Men hann leggur dent á, at sum heild er smittutrýstið í Danmark harðnað.
Tað er ikki fyrr enn nú síðani gongd varð sett á ymiskt virksemi aftur, at vit síggja, at smittutrýstið harðnar, eigur hann.
Í løtuni heldur hann ikki, at støðan er hættislig, tí tað eru eingin tekin um, at tey eru við at missa tamarhaldið á smittuspjaðingini, tí tað eydnast at finna tað, sum verða smitta, so hvørt.
Men hetta vísir, at vit eru framvegis rakt av eini farsótt, sum vit skulu gera alt, vit kunnu, fyri at berja niður.
Tað besta, fólk kunnu gera, er at halda seg passaliga langt frá øðrum fólki og at vaska sær væl um hendurnar.
Í Føroyum er støðan óbroytt hesar seinastu dagarnar. Tað merkir, at í løtuni eru 33 fólk skrásett at vera smittað í Føroyum, men talan er um útlendingar, sum eru komnir hendavegin.
Næstan øll tey smittaðu eru útlendsk sjófólk, sum eru farin av landinum aftur, og so varð smittað eisini staðfest hjá trimum fólkum í somu familju, sum komu til Vágar við flogfari. Átta fólk sita í sóttarhaldi og 192 fólk eru nú frísk aftur og eitt fólk liggur á sjúkrahúsi við koronu. Um vikuskiftið vóru tvey fólk innløgd, men síðani er eitt fólk útskrivað aftur. Tilsamams eru 225 fólk skrásett í Føroyum at vera smittað við koronu.