– Tað gekk væl og eg hvørki sá, ella hoyrdi nakað til, at fólk trunkaðu seg saman. Tað sigur Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroy, nú fyrsta koronu-grindin varð hildin til í Hvalba mikukvøldið.
Sýslumenninir í Føroyum hava aftra seg fyri at halda grind til ímeðan koronu-kreppan er yvir okkum.
– Vit mettu, at tað bar ikki til at halda tilmælini frá myndugleikunum í einum grindadrápi, og vit mettu samstundis, at sum umboð fyri almennu myndugleikarnar, hava vit eina moralska skyldu til at ganga undan at royna at halda tilmælini, sigur Jaspur Vang.
Men hann ásannar, at hesar seinastu mánaðirnar er støðan nógv broytt, samstundis sum at vit nú kunnu savnast í mesta lagi 100 fólk. Samstundis helt ovasti politiski myndugleikin á økinum, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, at tað átti at bera til at drepa grind, uttan at bróta tilmælini í sambandi við korona.
Sýslumenninir vóru sinnaðir at gera eina roynd og mikudagin skuldi tað so roynast í verki, tí tá vóru grindaboð í Suðuroy. Grindin varð rikin inn á Hvalba, har hon varð hildin til um kvøldið. Seðlarnir komu út seinnapartin í gjár, og í gjárkvøldið varð alt skorið upp.
Og Jaspur Vang sigur, at eftir hansara tykki gekst tað væl at halda koronu-tilmælini. Sjálvur var hann á veg suður við Smyrli tá ið grindin varð hildin til, men onkur stroymdi drápið, so hann fylgdi við, og hann tosaði eisini við grindamenn.
Og hann sigur, at tað vóru eini 70-80 mans í drápinum og umleið sama tal á áskoðarum, kanska minni, stóðu á bakkanum. Men har er víðført á sandinum í Hvalba, og samstundis er tað uttandura, so bar væl til at halda tilmælini um frástøðu.
– Eg hvørki sá, ella havi hoyrt um nakrar trupulleikar í so máta, sigur hann.
Fyri at halda tilmælini, var mannagongdin í sambandi við skifti eisini broytt. Vanliga møta øll upp eftir seðlunum, men hesa ferð varð tað skipað øðrvísi. Hesa ferð var mannagongdin tann, at tað vóru bara umboð fyri tær sjey kommunurnar í oynni, sum møttu upp í Hvalba eftir seðlunum.
Hvør kommuna sær, syrgdi so fyri at føra hvalirnar, sum hoyrdu til hvørja einstøku kommunu, heim til sín, og har var tað so bara eitt umboð fyri hvønn grindabátin, sum møtti upp sínum seðili, og so varð skorið upp.
Sýslumaðurin sigur, at hann heitti eisini á kommunurnar um at tryggja sær, at tað var gott pláss at skera upp á, so at tað ikki varð so trongligt, sum tað onkuntíð er.
Hann sigur, at hann hevur ikki hoyrt annað enn at tað gekk væl, so hann er fúsur til at royna hetta eina ferð afturat, skuldi tað verið. Hann sigur, at einasti kinkurin sum var, var at tað var nakað drúgt at fáa hvalirnir upp í bilarnar í Hvalba, og avstað. Men hann heldur, at tað var ein ávísur lærdómur í hesum eisini, so tað kann uttan iva bøtast um tað til næstu ferð.
Men annars minnir hann á, at ásetingarnar í sambandi við koronu, eru bara tilmæli og sostatt ber ikki til hjá nøkrum myndugleika at hondhevja tey. Tvørtur ímóti stendur tað til hvønn einstakan at halda tilmælini.
– Og við at leggja grindadrápið og uppskeringina soleiðis til rættis, geva vit fólki møguleikan at halda tey, leggur hann afturat.