Tað eru boðini frá skúlanum til foreldur.
– Við tilmæli frá Mentamálaráðnum og Undirvísingarstýrinum verður Skúlin á Argjahamri og Frítíðarskúlin stongdur mánadagin 1. november, stendur í boðum frá skúlanum.
– Undirvíst verður í Teams har tað er møguligt, verður sagt í boðunum frá leiðsluni á skúlanum.
Í gjár varð boðað frá 71 nýggjum smittutilburðum við koronu. Tilsamans eru nú 665 fólk smittað við koronu.