Korona: Stúra fyri støðuni í Danmark

Smittan breiðir seg so skjótt, at vit stúra, siga heilsumánaráðharrin og nú verða fleiri tiltøk sett í verk í ávísum pørtum í landinum

Í Danmark hevur støðan ikki verið so ring fyrrenn í vár, men vit hava ikki mist tamarhaldið. Tað segði Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri á tíðindafundi um koronu fyri eini løtu síðani.

Seinastu dagarnar er korona av álvara farin at breiða seg og bara hetta seinasta samdøgurið er smittan staðfest hjá 230 fólkum í Danmark.

Tað er serliga í Odense og í øllum høvuðstaðarøkinum, at smittan breiðir seg, og í hesum økjum eru tiltøkini ímóti koronu, nú herd. Higartil hava 100 fólk kunna verið saman, men nú er talið minkað niður í 50 fólk. Samstundis skulu skeinkistøð lata aftur á midnátt. Fyribils eru tiltøkini í gildi til 22. september.

Sum eitt dømi um, hvussu skjótt smittan breiðir seg, nevna tey, at í tí eina førinum var eitt fólk við koronu í eini privatari veitslu og avleiðing av tí var, at hetta eina fólki smittaði 30 onnur við koronu.

Tí verður, sum heild, mælt frá at halda veitslur og øll hini tilmælini um frástøðu og reinføri, standa við.