Í løtuni er bara eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap. Skipið er nýliga byrjað túr og kemur tí neyvan inn aftur at landa fyrr enn eftir páskir. - Øll frystilínuskipini eru til fiskiskap, og møguliga fer okkurt ísfiskalínuskip eisini út aftur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður harður, og saman við ivingarsomum veðurútlitum og korona-støðuni er ikki væntandi, at nógvur útróður verður í næstu viku.
Lagt verður aftrat, at nú korona-smitta er, er eisini óvissan stór um, hvat skip og bátar fara at gera ta næstu tíðina. - Okkurt virki er stongt, og onnur umhugsa eisini at steingja. Virkini, sum eru í gongd, koyra við niðursettari ferð.
Á Fiskamarknaði Føroya vóna tey, at tað ikki fer at ganga alt ov long tíð, til viðurskiftini fara at koma upp á pláss aftur.











