Korona: Sissandi boð frá yvirlækna á Landssjúkrahúsinum

Sjúkrahúsini eru væl fyri at hjálpa fólki, eisini teimum, sum hava brúk fyri at verða løgd í respirator

Eftir fólkatalinum hava vit nógv andingartól í Føroyum. Tað sigur Bjarni á Steig, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum.

Nú koronasmitta er farin at gera um seg, er tað eisini væntandi, at eitt ávíst tal á fólki verða so sjúk, at tey hava brúk fyri at verða løgd í respirator, ella andingartól.

Og tað er ein støða, fólk hava stúrt fyri, tí nógva staðni er tað lopið út í orð, at vit tað eru ikki fleiri enn fimm andingartól í øllum landinum.

Men tað er ikki rætt, tí vit eru væl fyri á hesum øki, sigur Bjarni á Steig.

Hann sigur, at tilsamans eru 20 andingartól í landinum, og tað er eitt rættiliga stórt tal eftir fólkatalinum.

Landssjúkrahúsið hevur 15 andingarfólk, sum kunnu takast í brúk, á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru trý andingartól og á Suðuroyar Sjúkrahúsi eru tvey.

Sostatt eru vit rættilig nógv betri fyri enn nógv onnur lond um okkara leiðir eru at taka okkum av koronasjúklingum sum hava brúk fyri læknahjálp.

Vit hava nevniliga eitt andingartól fyri hvøji umleið 2.600 fólk. Í Danmark hava tey í besta føri 1.200 andingartólk, ella eitt andingartól fyri hvørji umleið 4.700 fólk.

Men Bjarni á Steig leggur dent á, at enn sum áður snýr tað seg um at byrgja fyri, at ov nógv verða smittað ísenn.

Klára vit forða fyri, at ov nógv fólk verða smittað ísenn, klára vit eisini at viðgera tey, sum hava tað fyri neyðini.

Higartil er staðfest at 18 føroyingar eru smittaðir við korona, men Bjarni á Steig sigur, at talið á smittaðum skal helst ikki veksa líka skjótt hesa næstu tíðina, sum tað er vaksið higartil.

Tískil fær hann heldur ikki lagt nóg stóran dent á, hvussu týdningarmikið tað er, at vit, øll somul –uttan undantak– halda okkum til tey tilmæli, vit fáa frá myndugleikunum um sóttarhald og reinføri, umframt øll hini tilmælini um at avmarka alla ferðing mest møguligt, um at halda seg minst tveir metrar frá fólki, um at vaska hendur ofta og væl og um at hosta og njósa niður í ermuna.

Heilsuverkið í Føroyum arbeiðir við tølum sum siga, at einir 5.000 føroyingar fara at fáa smittuna.

Og tað skal helst vera hesar næstu mánaðirnar, kanska hetta næsta hálva árið, at hesi fólkini verða smittað. Og tað verður nettupp avbjóðingin at bera so í bandi, at draga hetta talið so langt út, sum tilber.

Av teimum 5.000 fólkunum, verða tað kanska eini 500, sum verða sjúk, og av teimum verða kanska eini 50 fólk so sjúk, at tey fáa brúk fyri læknahjálp.

– Avbjóðingin er at syrgja fyri, at hesi 50 fólkini ikki fáa brúk fyri læknahjálp ísenn, men at tað verður hesar næstu mánaðirnar, sigur Bjarni á Steig.

Hann leggur afturat heldur ætlanin hjá myndugleikunum, soleiðis at tey 5.000 fólkini verða smittað hesar næstu tríggjar mánaðirnar, ella longur, klára sjúkrahúsini at halda tørn.