Christian Eriksen er staðfestur positivur við koronu og fer tí ikki við danska fótbóltslandsliðnum í morgin sum ætlað. Roknað verður tó við, at hann kann koma í hópin seinni í vikuni.
Tað skrivar DBU á Twitter.
Christian Eriksen hevur ikki verið á landsliðnum, síðan hann small um við hjartasteðgi í Parkini í Keypmannahavn undir EM endaspælinum í summar í dysti ímóti Finnlandi.
Fyri stuttum kom hann aftur á vøllin eftir at hava gjørt sáttmála við Premier League-felagið Brentford.
Og tað hevur gingið so mikið væl hjá Christiani Eriksen, at Kasper Hjulmand hevur tikið hann við aftur í landsliðshópin.
/ritzau/