Ein ung kvinna fekk herfyri bæði lunguni nýggj, eftir at covid-19 hevði oyðilagt bæði lunguni hjá henni. Kvinnan hevði ikki aðrar sjúkur og skuldi tískil ikki verið í nøkrum vandabólki. Sagt verður, at hetta er fyrsta lungnaskurðviðgerð í USA, har covid-19 fyrst hevði oyðilagt lunguni.
Skurðviðgerðin fór fram á Northwestern Memorial Hospital í Chicago, og tað eru eitt nú New York Times og AP, sum skriva um hendingina. Skurðviðgerðin vardi í tíggju tímar, og tað er nógv longri, enn ein vanlig skurðviðgerð av slíkum slag vanliga tekur á sama sjúkrahúsi.
Læknin, Ankit Bharat, sigur við New York Times, at bruni í samband við covid-19 líka sum hevði klistrað vinstra lunga og annan vevna til hjartað á ungu kvinnuni. Kvinnan, sum nú er skurðviðgjørd, er í endanum av 20-unum, og sagt verður úr USA, at hon ernast nú hvønn dag.
- Hon er vakin, og hon smílist. Hon hevur samskift við familjuna um facetime. Vit rokna við, at hon fer at gerast frísk aftur, men tað er langur vegur hjá henni til ein vanligan gerandisdag aftur. Kvinnan er framvegis knýtt at respiratori, hóast nýggju lunguni, hon hevur fingið, virka væl.
Á Northwestern Memorial Hospital í Chicago siga tey, at langdrignað korona-sjúkan hevur gjørt, at bringuvøddarnir eru ov veikir.
Lagt verður aftrat, at kvinnan, sum nú hevur fingið nýggj lungu, var sjúk í einar tvær vikur, áðrenn hon varð løgd inn á sjúkrahús hin 26. apríl. Skjótt vísti tað seg, at hon noyddist í respirator. Men, støðan hjá henni gjørdist bara verri og verri, og at enda byrjaði hetta eisini at ganga út yvir hjarta og livur.
Tað gjørdist meira og meira sjónligt, at lunguni ongantíð fóru at virka aftur. Nú hevur so henda unga kvinnan fingið nýggj lungu.
Á sjúkrahúsinum í Chicago vistu læknarnir seg ikki at hava sæð slíkar lungnaskaðar áður, sum avleiðing av covid-19, og tískil gjørdust teir ovfarnir av tí, teir sóu. Nú fara læknarnir at kanna oyðiløgdu lunguni nærri í vónini um at læra meira um korona-virus.
##med2##