Tað elvdi til eitt sindur av órógv fyrr í vikunu, tá ið tað varð staðfest, at næstan 30 starvsfólk, og nakrir sjúklingar, á Landssjúkrahúsinum høvdu fingið koronu. Landssjúkrahúsið setti tiltøk í verk alt fyri eitt, deildin, har korona varð staðfest, var stongt alt fyri eitt og starvsfólk sett í sóttarhald. Samstundis var sambandið ímillum deildirnar avskorið, har tað bar til, og allar viðgerðir, sum ikki vóru bráðneyðugar, vórðu útsettar.
Steinar Eirikstoft, stjóri í sjúkrahúsverkinum, sigur nú seinnapartin, at tiltøkini, sum vórðu sett í verk, hava givið úrslit. Hann sigur, at smittan hevur ikki breitt seg á aðrar deildir, og sostatt er hon avbyrgd.
Hann sigur, at í løtuni er tamarhald á støðuni, tí smittuspjaðingin er bremsað og sum støðan er nú, er tað eitt gott úrslit. Men hetta fer at ávirka virksemið í eina tíð afturat, tí starvsfólk eru í sóttarhaldi. Men tað gongur rætta vegin og fyri hvønn dag sum gongur, er ein dagur styttri til starvsfólkini sleppa aftur til arbeiðis, sigur Steinar Eirikstoft.