"Korona hevur fingið Zlatan"

Tað er nokk umvent, men sjálvt hátíðarligi svenskarin er raktur av koronusminttuni

Italska stórfelagið, AC Milan, boðar í dag frá, at Zlatan Ibrahimovic hevur fingið staðfest koronusmittuna. 38 ára gamli svenskarin hevur annars byrjað kappingarárið við at skjóta tvey mál í fyrsta umfari í Seriu A, men tað verður fyribils ikki til fleiri mál.

Zlatan Ibrahimovic skal í kvøld spæla móti norska Bodø/Glimt, men tað verður av ongum. Hann skal nú í sóttarhald sum øll onnur. Svenskarin ger mangan nógv burturúr sær sjálvum, og tað eru longur fleiri, sum halda fyri, at tað var korona, ið fekk Zlatan.

- Eg testaði negativt í gjár, men positivt í dag. Eg havi onki sjúkueyðkenni. Korona hevur dirvið at bjóða mær av. Tað er eitt vánaligt hugskot, skrivar Zlatan Ibrahimovic á Twitter í dag.

Hann er annar spælarin hjá AC Milan, sum er testaður positivur fyri koronusmittuna. Gary Lineker, fyrrverandi enski landsliðsáleyparin og kendi sjónvarpsvertur, hevur í skemti skrivað, at hansara tankar eru hjá koronusmittuni í hesi torføru tíð. Alt í einum skemtiligum tóna, men veruleikin er aftur at ongin sleppur undan smittuni.