Tað er rættiliga skelkandi, at Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, mælir til at vit fara at gera meiri burtur úr quick-testum, ella snarkanningum, fyri koronu. Tað heldur Marita Debes Magnussen, stjóri á kanningarstovuni Thetis. Hon sipar til, at í KvF í gjár mælti Marnar Fríðheim Kristiansen til, at vit fara undir at gera snarkanningar fyri koronu.
Stjórin á Thetis skrivar á Facebook, at hon er skelkað av hesum. Hon sigur, at snarkanningar eru ein følsk trygd, tí í besta føri eru tær 60 prosent álítandi.
Hon sigur, at tað er ríkiligt av kanningarorku til í Føroyum. Føroyar hava helst størstu kanningarorku í heiminum fyri hvønn íbúgva. Hetta vikuskiftið hava vit kannað 7.000 fólk, og øll hava fingið svar. Tilsamans hava Heilsufrøðiliga Starvsstovan og við Thetis væl og virðiliga nøktað tørv á kanningum og nógv meira enn tað. Vit kunnu kanna øll fólk í Klaksvík tvær ferðir um dagin, um so skuldi verið, sigur hon.
– Tað snýr seg bara um at hava fleiri kanningatíðir og tað verður stýrt eftir tørvi.
Marita Debes Magnussen sigur á Facebook, at tað, sum undrar hana allarmest er, at í fjør hartaði Marnar Fríðheim Kristiansem Thetis fyri at bjóða snarkanningar til at kanna um fólk høvdu andevni fyri koronu í blóðinum.
Tá ið vit ikki mangla kanningarorku er tað meiningsleyst, at seta kanningar í verk, sum, í besta føri, eru 60 prosent álítandi, sigur hon. Tað vil gera meira skaða enn gagn, leggur hon afturat.
Hon sigur, at í okkara grannalondum hava tey brúkt snarkanningar av neyð, tí tey hildu seg ikki hava nokk av kanningarorku.
– Her í Føroyum hevur kanningaarorkan ikki verið ein trupulleiki og tað er hon heldur ikki nú, sigur Marita Debes Magnussen.
Hon sigur, at tað hevur hildið føroyska samfelagið gangandi, at vit hava kunna kannað við PCR kanningum og tí heldur hon, at tað er burturvið at fara yvir til snarkanningar, nú smittuspjaðingin er í hæddini.
– Hví brúka ein kanningarhátt, sum hevur 60 prosent álítandi , tá ið vit hava tvær kanningarstovur sum eru klárar við tí besta, nemliga PCR test. og skjótum svar tíðum, spyr hon. Men hon heldur eisini, at tølini, síðani kanningarnar á markinum vórðu avtiknar, tala fyri seg.
Klokkan 12.15 hava vit eina viðmerking frá Marnari Fríðheim Kristiansen: Snarkanningar eru nógvar ferðir betri enn eingin kanning.