Landsstýrið hevur í dag lagt fram sína ætlan, um hvussu Føroya fólk kann koma aftur til ein vanligan gerandisdag har korona ikki fyllir alt.
– Sjálvt um smittutølini dagliga seta met, er sjúkrahúsverk ikki undir trýsti. Tí er tíðin búgvin til at fara burtur frá tí serstøðu, sum koronasmittan hevur havt seinastu tvey árini, sigur Løgmaður. Men tað skal gerast stig fyri stig, leggur hann afturat.
– Frameftir skulu vit síggja koronasmittuna sum eina sjúku sum vit mugu liva við, eins og vit gera við flestu øðrum sjúkum. Tað skal eisini vera ábyrgdin hjá tí einstaka at gera av, um hann vil seta seg í vanda fyri at fáa koronu, ella ikki, akkurát sum við influensu, sigur løgmaður.
– Eg veit, at hetta kann tykjast djarvt. Eg eri eisini fullgreiður yvir, at støðan lættliga kann broytast. Men eg haldi, at tað er týdningarmikið at fólk vita, at vit ætla okkum aftur til ein vanligan gerandisdag, Sigur Bárður á Steig Nielsen.
Hann sigur, at ætlanin, sum nú er løgd, er løgd í samráð við farsóttarnevndina og heilsumyndugleikan og hon byggir á fýra stig:
Frá í dag:
Savningarmarkið er framvegis 100 fólk, men har umstøðurnar loyva tí, kunnu fleiri enn 100 fólk savnast.
Fyrireikarar kunnu venda sær til koronaráðgevingina fyri at fáa nærri vegleiðing.
Frá 1. februar
Náttarlív og matstovur kunnu hava opið sum vant.
Sóttarhaldsreglurnar verða linkaðar soleiðis, at fólk sum eru koppsett skulu ikki í sóttarhald, um tey hava havt “tætt samband” við ein smittaðan.
Mannagongdin í samband við koronakanningar verður broytt. Tey sum skulu kanna seg fyri korona, gera hetta við eini snarkanning.
PCR kanningar skulu 1. februar bert nýtast til:
– Fólk við sjúkueyðkenni
– Tøttu kontaktirnar hjá teimum, sum er smittað. Tað vil siga húskið.
– Fólk sum hava fingið positiva snarkanning.
Frá 15. februar
–Sóttarhaldsreglurnar verða linkaðar soleiðis, at bert tey sum eru smittað, sum skulu í sóttarhald.
Tað vil siga fólk, sum hava eina positiva snarkanning ella positiva PCR kanning.
Frá 28. februar
Allar koronaavmarkingar verða tiknar av.
Hetta er treytað av, at sjúkrahúsverkið ikki er undir trýsti og at aðrir týdningarmiklir stovnar í samfelagnum hava eitt vanligt virksemi.