Korona: Átta tilburðir í gjár

Í løtuni eru 112 persónar smittaðir við covid-19

Í gjár vórðu átta nýggir smittutilburðir av covid-19 staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Ein persónur fekk staðfest smittuna við kanningini við komu til Føroyar, tveir persónar við kanningini á fjórða degi eftir komu til Føroyar. Hinir tilburðirnir kunnu allir setast í samband við kendar smittuketur.

 

1.548 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 348.522 kanningar í Føroyum.

 

Í løtuni eru 112 persónar smittaðir við covid-19.