Korona: 12 tilburðir í gjár

Nú er talið á smittaðum farið um hundrað

12 nýggir smittutilburðir av covid-19 vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Ein persónur var kannaður positivur við komu til Føroya, og ein við 4. dagskannineg eftir komu. Í 8 førum er smittukeldan kend, og í 2 førum er hon ókend.

 

2680 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 331.636 kanningar.

 

880 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 776 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

 

Í løtuni eru 103 persónar smittaðir við Covid-19.