Koroma fingið leikbann

Í dystinum, har fleiri reyð kort annars vóru havd á lofti, vístu sjónvarpsmyndirnar eina hending, har B36-spælararnir slær Hans Jørgen Djurhuus á kjálkan.

Dómarin sá ikki hendingina, men Aganevndin hevur tikið málið til viðgerðar.

Í sínum lag hava B36 og spælarin ført fram, at Hans Jørgen Djurhuus nýtti niðursetandi rasistisk orð móti Brima Koroma, men hesum uppáhaldinum hevur Aganenvdin ikki funnið prógv fyri.

Tí hevur nevndin givið Brima Koroma leikbann í ein dag.