Kórið í Christianskirkjuni 5 ára stovningardag

Sunnukvøldið 29. januar klokkan 20 hevði Kórið í Christianskirkjuni jubileumskonsert í sambandi við, at tað tann 10. januar eru liðin 5 ár, síðani kórið varð stovnað.

 

Kórið hevur hesi 5 árini ment seg til eitt gott kór og hevði eina drúgva, men lætta og viðkomandi skrá sunnukvøldið, har væl av fólki møtti at fagna kórinum.

 

Úr rúgvuni, sum kórið sang, kann nevnast “Eingilin við ljósið fer, Nú anga grøs og blómur milt, Nú rennur sólin frí, Hin heilagi staðurin, Einki er sum summarkvøld við strendur, Sum hjørtur hyggur tráandi”.

 

Síðani hevði Marjun Lómaklett, sóknarprestur andakt, og eftir tað helt kórið fram við “Smávinir fagrir, Tað er vakurt í Klaksvík, Tú alfagra land mítt, Ver tú hjá mær, Tann dagur tú gavst.”

 

Ein so prýðilig og rúmlig kirkja sum Christianskirkjan við so stórari urgu eigur sjálvandi at hava eitt kór knýtt at sær. Hesum skulu hjúnini Jóhanna Johannessen, sum eisini er urguleikari í kirkjuni, og Ólavur Johannessen hava rós fyri sum kórleiðarar og stigtakarar – her liggur drúgvt arbeiði aftanfyri.

 

Kórið syngur annars til ymisk høvi í kirkjuni og til gudstænastur. Kórið hevur m.a. luttikið saman við Klaksvíkar Hornorkestri til árligu jólakonsertina í Christianskirkjuni, verið við til gudstænastuna í Dómkirkjuni á Ólavsøku 2013 og hevur eisini verið á tveimum uttanlandsferðum.

 

Eftir konsertina í gjrákvøldið varð boðið í kirkjukjallaran til ein drekkamunn við lagkøku og hugnapráti.

 

Takk fyri frálíka konsert og til lukku við teimum fyrstu fimm árunum!