Daewoo eru nú ein partur av General Motors, heimsins størstu bilkonsern. Við nýggja Daewoo Lacetti koma teir við einum praktiskum og rúmligum bili í sokallaða Golf-klassanum.
Lacetti er teknaður hjá italsku designfyritøkuni Italdesign við evropeiskum designi.
Bilurin er sera væl koyrandi og kappingarførur í prísi í hørðu kappingini í klassanum.
Lacetti er ein hatchback við fimm hurðum, hann er 4,30 m langur, viðførisrúmið er 275 litrar, og við baksetrinum lagt niður verður tað heilar 1045 litrar.
Í fyrstu atløgu eru tveir motorar at velja ímillum: ein 1,4 litur við 93 hk, og ein 1,6 litur við 109 hk. Seinni í ár kemur ein útgáva við 1,8 litur motori og 122 hk
Í útgávuni við 1,6 litur motori hevur Lacetti 4 airbag, el-síðurútar og fjarsýrt sentrallás, aircondition, og fleiri møguleikar við stilling av ratti og førarasetrinum.
Innan er bilurin annars merktur av góðum kvaliteti, og av at hann er sera rúmligur við góðum beinplássi.
Stórur partur av el-skipanini er gjørdur í samstarvi við Bosch í Týsklandi.
Ólíkur øðrum Daewoo er hetta fyrsti bilurin, sum ikki hevur eyðkenda Daewoo kølaragittari.
Lacetti er júst nú komin Føroyar í hesum verða seldir til sera kappingarførar prísir, sigur Esmar Simonsen, sølumaður hjá P/F Esmar Simonsen. Prísurin fyri nýggja Daewoo Lacetti er úr einans 149.000,-
Esmar Simonsen nýggjur sølumaður
25 ára gamli Esmar Simonsen í Fuglafirði er settur sum sølmaður hjá P/f Esmar Simonsen á Kambsdali. Esmar er sonur Trónd Simonsen og abbasonur stovnaran av fyritøkuni, Esmar Simonsen. Esmar hevur starvast á goymsluni hjá trolvirkinum Vónini seinastu 4 árini, og fekk útbúgving sum sølumaður har.